Í seinastuni hevur bretska løgreglan kannað ymisk viðurskifti í sambandi við, at trý fólk doyðu á sjúkrahúsinum Stepping Hill í býnum Stockport eftir at hava fingið eitrað saltvatn. Nú sigur løgreglan, at hon hevur funnið tveir tilburðir afturat.
Fyri 14 døgum síðani bleiv ein sjúkrarøktarfrøðingur tikin og skuldsettur fyri at hava beint fyri trimum sjúklingum við at geva teimum eitrað saltvatn. Maðurinm varð eisini skuldsettur fyri at hava givið 18 øðrum sjúklingum óneyðugar líðingar.
Í dag veit BBC at siga, at løgreglan hevur setir spurnartekin við tríggjar aðrar sjúklingar, sum doyðu á Stepping Hill-sjúkrahúsinum. Tann seinasti var ein 60 ára gomul kvinna, sum doyði tann 14. januar. Hon hevði fingið eitrað saltvatn seinasta summar. Nú skulu læknar staðfesta deyðsorsøkina hjá kvinnuni.










