Oddamaðurin í Hizbollah-rørsluni í Libanon, Hassan Nasrallah, segði í gjár, at rørslan hevur nú fingið útgerð, sum ger, at hon kann skjóta eftir og raka mál í øllum Ísrael. Hann nevndi sum dømi, at rørslan kann velja eitt ávíst mál í Tel Aviv og raka tað.
Nasrallah (myndin) helt røðu í gjárkvøldið í sambandi við, at Hizbollah fór undir at endurbyggja bygningarnar, sum rørslan hevði í syðra parti av Beirut, men sum íarselsmenn oyðiløgdu fyri seks árum síðani.
Hizbollah-leiðarin fanst at USA, Ísrael og summum arabiskum londum í sambandi við støðuna í Sýrialandi. Hann legði londini undir at hava sett sær fyri at leggja Sýrialand í oyði, tí landið er tann besti stuðulin hjá mótstøðurørslum í Libanon og Palestina.