Christiansborg, og hetta hava vit fleiri dømi um seinastu árini. Tá ið á stendur koma kravboð úr Keypmannahavn at so ella so skal tað verða. Kreppan í Føroyum fevnir um alt samfelagið, og eingin partur av skipanini [...] skipanini er sloppin undan. Bankaskipanin fór um koll, sama er galdandi fyri tað búskaparligu skipanina. Í veruleikanum er hetta neyvan nakað ið kom óvart á fólk, tí alt síðan heimastýrisskipanin tók við [...] fyrst og fremst av tí at føroyingar sjálvir, sum ikki einaferð, ikki megnaðu at semjast um grundleggjandi spurningar um framtíðar støðu Føroyar. Flest øll vita, hvussu henda lóg varð til sum neyðloysn í eini
Men Javnaðarflokkurin sigur nei. Vit hava vælvirkandi almennar stovnar, sum tað kostar tað sama at nýta um alt landið: Telefonverkið - SEV - IRF - Ambulansutænastan - Sjúkrahúsverkið - Kommunulæknarnar [...] Borgarstjórin í Tórshavn og fleiri við honum rópa upp um stóra tørvin í Suðurstreymi fyri íløgum í ansingarpláss og bústaðarpláss, og tann eina bygdakommunan fyri og onnur eftir verður løgd undir Tórshavn
sum eru veik í samfelagnum og ikki kunnu dansa um hendan »fyribils« gullkálvin, eru »eitt problem«, sum sambandsmaðurin nú eitt kvøldið segði í sjónvarpinum um tey gomlu. Tey sjúku eru eisini problem hjá [...] vinnulívinum. Tað vil siga hjá handils-, ídnaðar-, ali- og fiskivinnufyritøkum. Landskassin hevur í sama tíðarskeiði beinleiðis og umvegis Menningar-, Ídnaðar- og Framtaksgrunnin strikað 2000 milliónir.
síggjarar fatanina av, tá Finnbogi í SvF segði seg onga viðmerking hava um, hvønn sosialpolitik Tjóðveldisflokkurin fór at føra, um hann kom í samgongu eftir valið. Sosialmál er politikkur At viðgera sosialmál [...] Tað tóktist mær eftir valsendingina, sunnukvøldi í SVF, sum Finnbogi Ísakson als ikki búði í sama landi sum vit onnur. Hann ilskaðist, at man í valstríðnum er farin at viðgera almanna og heilsumál. Veit [...] Tjóðveldispolitikkinum við sínum djúpt menniskju fíggindaligu samfelags áskoðan, seta vit okkara boðskap um demokratisku sosialismuna sum einastu loysnina. Tað er okkara positiva menniskju áskoðan, ið skal
at taka politiskt frælsi. ? Vit koma ikki víðari um vit ikki fyrst taka politiskt frælsi. ? Tá tað er gjørt, so skulu vit undir samráðingar við danir um hvussu vit gera endaliga upp landanna millum, sigur [...] er ikki gloymd, men nú vilja vit koma til næsta stig. ? Vit bjóða hinum flokkunum til eitt samstarv um at gera eina føroyska grundlóg, sum síðani skal sendast til fólkaatkvøðu. ? Vit hava ein einastandandi [...] samstarva við aðrar tjóðir á útbúgvingarøkinum og teir hava m.a. møguleika at lesa í ES londum fyri sama kostnað ella minni kostnað enn hini ES londini, og teir møguleikarnar kunnu vit eisini fáa við samráðingum
kommunan vendi sær til Landsstýrið við ymsum ætlanum, so var hon biðin um at fara ígongd, tí so kundi hon royna at søkja um stuðul um eitt, tvey, ella kanska trý ár. ? Og soleiðis ber ikki til at arbeiða [...] var nøkur lóg sum beinleiðis var um bústaðarviðurskiftini. Formáa sær lítið Levi Niclasen vísti eisini á sambýlið og tær vardu íbúðirnar í Vági, sum hann fegnaðist um Hann skuldi svara tí triðja spurninginum [...] meiri Annars vísti Páll Vang á, at tað er stór broyting hent á almannaøkinum, tað hann visti um. ? Tað er sum um Almannastovan hevur yvirtikið meiri og meiri av sosialmálunum. Páll Vang segði, at tað fyrsta
í Havn, er væl fyrireikaður at tosa um politiskt mál, nú valstríðið er komið í hæddina. Hann hevur, eins og øll hini valevnini í Føroyum, gjørt sær sínar hugsanir um mangt og hvat,sum krevur ábøtur í føroyska [...] selja gardinur, og tað gekk uppá stás. Í frítíðini ferðaðist hann víða um í Bretlandi, Skotlandi og aðrastaðni, og ognaði sær vitan um viðurskiftini har. Pápi hansara er skipari og mamman arbeiðir á skrivstovu [...] ongan dreym um at fara við stressmappu í tingið aftaná 30. apríl. ? Hví stillar tú so upp? ? Tað geri eg, av tí at eg eri ónøgdur við førda politikkin hjá eldra ættarliðnum, sum bert tosar um fiskivinnuna
Havsbrún um veturin. Og Bergur Poulsen dylir ikki fyri, at tað er stórur saknur í hvítingsbróðrinum. ? Síðani hesin fiskiskapurin helt uppat undir Føroyum, hevur lítið verið at gjørt á Havsbrún um veturin [...] tíðin til svartkjaft og nógv tað mesta av tí, sum Havsbrún hevur tikið ímóti, er svartkjaftur. Talan er um føroysk, skotsk og írsk skip, sum hava avreitt í Fuglafirði Prísurin á svartkjaftinum er góður í ár [...] fyri kilo. Men í ár er prísurin eini 40% hægri, ella eini 70 oyru. Bergur Poulsen sigur, at kappingin um fiskin er sera hørð. Men tað er onki at gera hjá Havsbrún uttan at fylgja við. ? Men vinnararnir, tað
aftur. ? at bátar undir 15 t sleppa at fiska frítt, um lív skal verða teimum lagað, at um ein ella tveir mugu vera heima vegna sjúku, í hoyna ella um heysti, tá ið menn ganga á fjall, ella av øðrum orsøkum [...] ið er okkara aldagamla vinna, hevur fingið so ring og trong kor at virka undir, at um hesin politikkur heldur fram, er um ikki so langa tíð eingin útróður eftir her á landi, sum sterkar høgrakreftir arbeiða [...] dagar hangandi á nakkanum, verður verri veður brúkt og meiri lína tikin við, av tí sama kann ein rættiliga koma illa fyri um veturin í myrkri og ringum líkindum, fyri ikki at siga tað ið verri er. So kann
sum krevst, skal kunna fáast her hjá okkum. Tað var eitt stórt framstig, tá vit fingu HF skúlar úti um landið, og at vit her í Suðuroy eisini fingu ein útbygdan skúla. Á henda hátt hava vit okkara ungdóm [...] skúlagongdin í Suðuroy verður skipað soleiðis, at tað verða somu møguleikar fyri framhaldandi lesnaði á sama støði, sum bjóðast á miðstaðarøkinum. Javnaðarflokkurin fer at gera nakað við hesi viðurskifti og [...] vilja føra við sær, at útbúgvingarmøguleikarnir og útbúgvingartilboð fyri ungdómin í Suðuroy verða á sama støði, sum á miðstaðarøkinum, soleiðis, at tey ungu verða sum longst heima, til gagns fyri tey ungu