21 ára gamli Jákup Sverri Kass í Havn, er væl fyrireikaður at tosa um politiskt mál, nú valstríðið er komið í hæddina.
Hann hevur, eins og øll hini valevnini í Føroyum, gjørt sær sínar hugsanir um mangt og hvat,sum krevur ábøtur í føroyska samfelagnum, og sum hann kundi hugsað sær at gjørt nakað við.
Hansara sjónarmið eru eisini eins væl undirbygd og tey, sum garvaðir politikarar føra fram í hesum døgum.
Tá hann fekk áheitan um at stilla upp, tók hann av, tí hann hevur áhuga fyri politikki, og hevur fylgt við, hvat teir ymsu flokkarnir siga og gera, frá hann var smádrongur.
Ungu sjálvstýrismaðurin arbeiðir á skipadeildini hjá Smyril Line, har hann selur pakkaferðir og ferðaseðlar sjóvegis.
Arbeiddi í vøruhúsi
í Bretlandi
Jákup Sverri hevur eisini arbeitt í einum vøruhúsi. í Bretlandi. Hann fekk eitt lynskeið í design, sum hann tekur til, og so fór undir at selja gardinur, og tað gekk uppá stás.
Í frítíðini ferðaðist hann víða um í Bretlandi, Skotlandi og aðrastaðni, og ognaði sær vitan um viðurskiftini har.
Pápi hansara er skipari og mamman arbeiðir á skrivstovu. Teir eru tveir beiggjar. Jákup Sverri ætlar sær at lesa løgfrøði.
Jákup Sverri Kass hevur tó ongan dreym um at fara við stressmappu í tingið aftaná 30. apríl.
? Hví stillar tú so upp?
? Tað geri eg, av tí at eg eri ónøgdur við førda politikkin hjá eldra ættarliðnum, sum bert tosar um fiskivinnuna, og korini hjá henni, meðan einki verður gjørt fyri at skapa alternativar vinnur, sigur Jákup Sverri.
Hann heldur, at júst hetta ger samfelagið so sárbart. ? Ferðavinnan er ein møguleiki, og tað er eisini hent nakað á hesum øki, men hon kann útbyggjast meir. Tøknifrøðiliga vinnan er eisini eitt alternativ, tí vit eiga útbúgvið fólk til tað, bert fyri at nevna dømi, sigur Jákup Sverri Kass.
Hann heldur ikki, at tað er rætt, tá sagt verður, at ungfólk kunnu fara allastaðni at útbúgva seg, og at tað ikki er neyðugt at fara til Danmarkar.
Vit eru bundin at fáa útbúgving í Danmark
? Veruleikin er, at Danmark er einasta stað, har vit kunnu fáa stuðul. Umframt tað, hugsa vit um at fara til Bretlands ella annað ES-land at lesa, so mugu vit gjalda sjálvi og eisini góðtaka at vit verða skrásett sum danir í passinum.
? Tað stendur í tekniskari andsøgn, tí eg eri føroyingar og vit eru ikki limir í ES, sigur Jákup Sverri.
Hann hevði kortini ynskt, at ungfólk kundu farið aðrastaðni at útbúgva seg. Tað, at øll lesa í Danmark, er ikki altíð gagnligt.
? Eitt nú er føroyska vinnan og almenna umsitingin ein spegilsmynd av donsku útbúgvingunum, men tað hóskar ikki altíð til okkara viðurskifti. Umtøður og grundarlag okkara er nógv øðrvísi enn í danska samfelagnum.
? Vit mugu eisini hava møguleikan at lesa í øðrum londum, og fáa samstarv í lag um útbúgvingar, sum laga seg til okkara tørv, sigur Jákup Sverri.
Hann er ikki fyri ESlimaskapi, men heldur at handilsliga sambandið skal útbyggjast, ikki bert i ES,men eisini í USA og aðrastaðni í heiminum.
Ítróttur og trivnaður
?Hvat er høvuðsevni títt í valstríðnum?
? Tað er m.a. trivnaður millum ung, og javnstøða. Eg eri uppvaksin í heimi, har bæði foreldur arbeiða úti, og havi gingið í barnagarð, skúla o.s.fr. Tað er tí náttúrligt hjá mær, at samfelagið skal mennast soleiðis, at vit fáa pláss fyri bæði kvinnum og monnum á arbeiðamarknaðinum.Tað skal ikki verða nøkur forðing at hava smábørn, sigur Jákup Sverri, sum eisini er virkin ítróttarmaður.
Hann spælir á 1. liðnum hjá Neistanum og hevur eisini spælt fótbólt og flogbólt, bæði sum venjari og spælari.
? Í hesum frítíðarítrivum havi eg fingið innlit í, hvussu stóran týdning tað hevur, at umstøðurnar innan ítróttin eru væl skipaðar, sigur Jákup Sverri.
Hann er sera áhugaður í Tórsvøll projektinum, og heldur, at hesin eigur at vera meir útbygdur til ikki bert at hýsa fótbóltinum.
? Eg kundi hugsað mær, at ein frítíðarmiðstøð varð innrættað í kjallarahæddini í Tórvølli, har fólk kundu bowla, spælt squash o.a. innandura ítróttigreinar.
? Hvat siga tey ungu um at tú stillar upp?
? Tey ungu eg havi tosað við, dáma tað væl. Eg havi ið hvussu er ikki hoyrt nakað negativt.
? Eg stilli upp fyri at fáa míni áhugamál fram í valstríðnum, og vóni kanska at fáa aftursvar frá hinum flokkunum.
Nógv ung hava einki skil fyri politikki. Onkur spyr, um tað er standi fyri, er tað sama sum Tjóðveldisflokkurin. Tá fái eg møguleika at greiða frá mínum sjónarmiðum, eitt nú at Tjóðveldisflokkurin hevur broytt stevnuskrá.
? Nú vilja teir hava fólkaatkvøðu um loysing, men áður hava teir sagt, at atkvøðan frá 1946 frameftir er galdandi.
? Yngsta fólkið, sum atkvøddi fyri loysing í 46, er 75 ára gamalt í dag. Tað skal ikki avgera mína framtíð. Tað er ikki at virða okkum núlivandi serliga nógv, sigur Jákup Sverri Kass, sum ikki kann halda sær: - Onkur sigur at Tjóðveldisflokkurin hevur fingið hugskotið um nýggja fólkaatkvøðu ár 2000 úr stevnuskránni hjá Sjálvstýrisflokkinum, men lat tað fara.