Tíðin, sum vit liva í, krevur nógv, og framtíðin er ein væl útbúgvin ungdómur, og í flestu førum er okkara ungdómur noyddur tíðliga at fara heimanífrá fyri at fáa útbúgving.
Tíðin er inni til, at hesi viðurskifti verða broytt soleiðis, at tann útbúgving, sum krevst, skal kunna fáast her hjá okkum.
Tað var eitt stórt framstig, tá vit fingu HF skúlar úti um landið, og at vit her í Suðuroy eisini fingu ein útbygdan skúla. Á henda hátt hava vit okkara ungdóm heima. Henda tryggleika fyri foreldrin og eisini á øðrum økjum er hetta til fyrimunar fyri tilveruni í Suðuroy.
Tað hevur týdning fyri okkara ungdóm, at hann er sum longst á heimligum øki. Eisini ítróttarliga ger tað, at Suðuroy hevur betri møguleikar at gera seg galdandi. Tað hevur so sannliga eisini týdning. Tað má vera ein uppgáva hjá einum komandi meiriluta á løgtingi at skipa soleiðis fyri, at skúlagongdin í Suðuroy verður skipað soleiðis, at tað verða somu møguleikar fyri framhaldandi lesnaði á sama støði, sum bjóðast á miðstaðarøkinum.
Javnaðarflokkurin fer at gera nakað við hesi viðurskifti og fer eisini í samráð við skúlarnar í Suðuroy at fylgja hesum upp og fremja tiltøk, sum vilja føra við sær, at útbúgvingarmøguleikarnir og útbúgvingartilboð fyri ungdómin í Suðuroy verða á sama støði, sum á miðstaðarøkinum, soleiðis, at tey ungu verða sum longst heima, til gagns fyri tey ungu, og eisini ein tryggleiki fyri foreldrini.
Javnaðarflokkurin setir tilveru okkara ungu høgt. Hon verður sett í fyrstu røð, tí tað er ein væl útbúgvin ungdómur, sum skal føra samfelagið víðari.
Ungdómurin er framtíðin.
Trivnaður og útbúgvingarmøguleikar fyri ungdómin í Suðuroy liggja í einum sterkum Javnaðarflokki.
Sverre Midjord,
valevni Javnaðar-
floksins í Suðuroy