Skal nakað munagott gerast fyri at útvega menningartarnaðum betri bústaðarmøguleikar, er neyðugt at kommunurnar taka seg samaní størri eindir.
Tí hvør sær hava tær ikki stórvegis møguleikar at gera nakað við málið.
Ikki minst nú nógvar teirra eru so illa fyri fíggjarliga.
Hetta var ein av niðurstøðunum av økisfundinum hjá Javna í Vági mánakvøldið um bústaðarviðurskiftini hjá teimum menningartarnaðu.
Jacob Vestergaard fyri Sumbiar Kommunu skuldi svara tí fyrsta spurninginum sum vit hava sett upp yvirav.
Hann segði, at í Sumbiar Kommunu eru ongir møguleikar.
? Tað er bara í Vági at serligir bústaðarmøguleikar eru til menningartarnað.
Annars vísti hann á, at Almannastovan umsitur hesi málsøkini fyri tær smáu kommunurnar.
Hvat viðvíkur rættindunum hjá teimum, vísti hann til forsorgarlógina, men hann helt ikki at tað var nøkur lóg sum beinleiðis var um bústaðarviðurskiftini.
Formáa sær lítið
Levi Niclasen vísti eisini á sambýlið og tær vardu íbúðirnar í Vági, sum hann fegnaðist um
Hann skuldi svara tí triðja spurninginum, sum vit prentað yvirav.
Hann hevði ikki verið so leingi í kommunalpolitikki, at hann kundi siga, hví støðan var blivin, sum hon var.
Men hann helt, at talan var í stóran mun um ein peningaligan spurning, og tí kann tað verða tungt hjá kommununum, sum mangan eru smáar.
Hann helt ikki, at tað nakrantíð bleiv soleiðis, at tað verður eitt heim til menningartarnað í hvørjari bygd.
Bygdaráðsformaðurin í Hvalba helt eisini, at landspolitikararnir gjørdu nakað lítið við málið.
? Uppundir hvørt val kappast flokkarnir um at yvirbjóða hvønn annan, eisini á hesum øki og teir lova eisini teimum menningartarnaðu báði eitt og annað.
Men táið valið er av, hendir kortini ongin broyting.
Levi Niclasen helt, at tað sjálvandi var frægast um tey menningartarnaðu kundi vera í nærumhvørvinum.
Men hann mátti kortini ásanna, at í Hvalba var ongin møguleiki at húsa teimum í løtuni.
Næstan ómøgulig
Ásbjørn Berg úr Hovi, segði, at ætlaði nøkur avvarðandi at stovna eitt sambýli fyri menningartarnað, mátti hann viðganga, at fyri kommununa einsamalla var tað at kalla ómøguligt.
Ásbjørn Berg skuldi svara tí fjórða spurninginum.
Men umenn tað var ómøguligt fyri Hovs kommunu einsamalla, so helt hann at tað átti at borið til í samstarvi við aðrar kommunur.
? Vit samstarva á so nógvum økjum frammanundan og hesi málini eiga at verða raðfest minst líka frammaliga sum so nógv onnur mál.
Spurningurin er so, hvørja ráðgeving tey høvdu fingið, men tað helt Ásbjørn Berg lá undir Almannastovuni.
Fíggingarmøguleikarnir í samband við slík tiltøk eru ymisir.
Men hann vísti á, at hvat sambýlum viðvíkur, eru tey sjálvfíggjandi við tað, at tey, sum búgva har, betala tey sjálvi og at tað er bara sjálvt húsið, sum kommunan er við at betala.
Eisini hann vísti á, at skal nakað munagott gerast, má tað gerast í samstarvi ímillum fleiri kommunur.
? Kommunurnar eru hart fyrispentar. Í nógvum førum er tað tí, at tey, sum hava rátt fyri borgum, hava valt at raðfesta bátahylar og aðrar hentleikar til okkum, sum eru væl fyri, framum tørvin hjá teimum, sum eru verri fyri.
Men taka fleiri kommunur seg saman, ivaðist hann ikki í, at nógv mál kundu loysast.
Ikki antin ella...
Páll Vang á Tvøroyri skuldi svara spurningi 5 um, hvar hann helt, at menningartarnað eiga at búgva.
Hann helt ikki, at tað var einn eintýðugt svar til tann spurningin.
? Tað eru menningartarnað, sum kunnu búgva fyri seg sjálvan, kanska við ávísari hjálp.
? Men tað eru eisini menningartarnað, sum eru so óhjálpin, at tey kunnu bara búgva á stovni.
Tí helt hann ikki, at tað bar til bara at tosa um eitt tilboð til tey menningartarnaðu.
Sjálvur segði hann tó, at í grundregluni beyð tað honum ímóti at byggja ov nógvar stovnar.
? Tær smærru eindirnar tæna teimum flestu best.
Alma yvirtekur meiri og meiri
Annars vísti Páll Vang á, at tað er stór broyting hent á almannaøkinum, tað hann visti um.
? Tað er sum um Almannastovan hevur yvirtikið meiri og meiri av sosialmálunum.
Páll Vang segði, at tað fyrsta, hann mintust, hevði kommunan nógv sosialmál at umsita.
? Men tey eru at kalla øll burtur nú, tí nú hevur Almannastovan yvirtikið tey at umsita og at viðgera.
? Tað einasta, sum sosiala nevnd hevur eftir at viðgera, eru mál viðvíkjandi tannlækna, kommunulækna og barnagarði, t,d, um hølisviðurskiftini.
? Øll onnur sosialmál, t.d. persónlig mál, enda at kalla øll hjá Almannastovuni.
Páll Vang segði, at av tí sama missa bý- og bygdaráðslimir følingina við støðuni og teir vita minni og minni um, hvussu stórur, tørvurin er.
Hinvegin arbeiðir sosiala nevnd á Tvøroyri eisini við spurningin viðvíkjandi bústaðarmøguleikanum hjá teimum eldru og har verður arbeitt við ymsum loysnum.
Forðar loysnum
Men Páll Vang legði afturat, at hvørja ferð, kommunan ætlar at gera okkurt, rennur hon seg í sama trupulleika, og tað er penganeyðin.
? Kommunurnar eru hart fyrispentar fíggjarliga. Og landskassin er eisini hart fyrispentur.
Páll Vang segði, at næstan allar studninsskipanir eru burturdotnar, og tað, sum er eftir, er so lítið, at tað gerst hvørki eitt ella annað fyri tað.
Býráðsformaðurin á Tvøroyri segði, at nú vóru vit komin hartil, at tá kommunan vendi sær til Landsstýrið við ymsum ætlanum, so var hon biðin um at fara ígongd, tí so kundi hon royna at søkja um stuðul um eitt, tvey, ella kanska trý ár.
? Og soleiðis ber ikki til at arbeiða. Tað ber ikki til at fara ígongd við nakað munagott undir slíkum treytum. Tað ber ikki til, at kommunan skal brúka hundraðtals túsund krónur til eina ætlan uppá tað, at hon kanska fær stuðul til ætlanina um tvey, trý ár.
Hann helt, at skuldi kommurnunar gera nakað mátti stuðulsskipanir fáast í eina fasta legu.
Økir ójavnan
Páll Vang sigur, at soleiðis sum gongdin er nú, økir tað bara um ójavnan ímillum ey ymsu økini í Føroyum, har serliga Havnin, men eisini aðrar kommunur, seta ymisk sosial tiltøk í verk at kalla dagliga, tí tær hava ráð til tað.
? Og tað einasta, vit fáa burturúr, er, at Landsstýrið kallar hetta kommunalt mál av tí at summar, ríkar kommunur klára at gera sín part.
? Men tær kommunur, sum eru illa fyri, mega fram vegis onki, og verða meiri og meiri afturútsigldar.