Fiskivinnupolitikkur Tjóðveldisfloksins

Fiskivinnupolitikkur Tjóðveldisfloksins tekur støðu í tí tilfeingi, sum er í føroyskum sjógvi og í teimum fiskirættindum, sum kunnu vinnas við millumtjóða avtalum. Harafturat eiga vit at royna ótroyttar veiðimøguleikar í føroyskum eins og í altjóða sjógvi.

Ein av okkara minnilutabólkum í fiskivinnuni, útróður av landi, ið er okkara aldagamla vinna, hevur fingið so ring og trong kor at virka undir, at um hesin politikkur heldur fram, er um ikki so langa tíð eingin útróður eftir her á landi, sum sterkar høgrakreftir arbeiða hart við at knúsa niður.

Fiskidagaskipanin er ein meinbogi fyri útróðurin, kanska einamest fyri bátar undir 15 tons. Við tað at man hevur nakrar dagar hangandi á nakkanum, verður verri veður brúkt og meiri lína tikin við, av tí sama kann ein rættiliga koma illa fyri um veturin í myrkri og ringum líkindum, fyri ikki at siga tað ið verri er. So kann ein spyrja, hví so er. (jú tað eru teir somu dagar, ið eru orsøkin).

Tjóðveldisflokkurin vil av øllum kreftum arbeiða fyri at útróðurin fær tað aftur, ið hann hevur mist.

? at inntøkutrygdin kemur upp aftur á tað, ið hon var.

? at bátar undir 15 t fáa tann fimta mannin aftur.

? at bátar undir 15 t sleppa at fiska frítt, um lív skal verða teimum lagað, at um ein ella tveir mugu vera heima vegna sjúku, í hoyna ella um heysti, tá ið menn ganga á fjall, ella av øðrum orsøkum.

Kann báturin rógva út við minni reiðsskapi uttan at verða bundin av fiskidøgum.

Tað vil ein sterkur Tjóðveldisflokkur á tingi standa fyri.

Gott tjóðveldisval!


Billy Petersen,

valevni Tjóðveldis-

floksins í Norðoyggjum