1994-98 størsta studningstíðarskeið í føroyskari søgu

Føroya Banki upplýsir í síni ársfrágreiðing, at hann síðan hann byrjaði hevur strikað skuld fyri knappar 4000 milliónir.

Meginparturin hjá føroyska vinnulívinum. Tað vil siga hjá handils-, ídnaðar-, ali- og fiskivinnufyritøkum. Landskassin hevur í sama tíðarskeiði beinleiðis og umvegis Menningar-, Ídnaðar- og Framtaksgrunnin strikað 2000 milliónir. Útlendskir ognarar hava strikað nakað nógvar milliónir.

6-7 milliardir í studningi eftir 4 árum ? tað er veruleikin.

Og so endurtekur søgan seg. Teir flokkar, sum helst umboða teir, ið hava fingið størsta útgjaldið, teir bretta sær á og siga, at nú er eingin studningur og kolasvartir borgarligir tónar hoyrast har tey, sum eru veik í samfelagnum og ikki kunnu dansa um hendan »fyribils« gullkálvin, eru »eitt problem«, sum sambandsmaðurin nú eitt kvøldið segði í sjónvarpinum um tey gomlu.

Tey sjúku eru eisini problem hjá fólka- og sambandsflokkinum. Tey, sum ikki hava eina inntøku so fræga, at tey sjálv kunnu spara upp til eina pensión, tey eru eisini »eitt problem«. Tann elitu dyrkingin ? tú skal vera ungur, fríksur og raskur fyri at hava ein rætt ? ið fer fram innan sambands- og fólkaflokkin, er forkastilig.

Móti hesi hugsan gongur Javnaðarflokkurin, ið sigur, at rætturin hjá øllum ? ríkum sum fátækum ? at fáa útbúgving, heilsurøkt og eldrarøkt er sjálvsagdur.

Ert tú samdur, so set X við lista C 30. apríl.


Thomas Arabo