Heimastýrislógin

Gongdin í okkara samfelag seinastu árini hevur prógvað, at heimastýrislógin hevur ikki gjørt okkum føroyingar meira sjálvbjargnar, men heldur prógvað, hvussu lítið vit føroyingar hava at siga í okkara egna landi.

Veruliga valdið í Føroyum er framvegis á Christiansborg, og hetta hava vit fleiri dømi um seinastu árini. Tá ið á stendur koma kravboð úr Keypmannahavn at so ella so skal tað verða.

Kreppan í Føroyum fevnir um alt samfelagið, og eingin partur av skipanini er sloppin undan. Bankaskipanin fór um koll, sama er galdandi fyri tað búskaparligu skipanina.

Í veruleikanum er hetta neyvan nakað ið kom óvart á fólk, tí alt síðan heimastýrisskipanin tók við fyri hálvthundrað árum síðani, hava einstaklingar og flokkar áhaldandi víst á, at slíka skipan varð ikki lív lagað. Skipanin varð sett í gildi sum ein neyðsemja, fyrst og fremst av tí at føroyingar sjálvir, sum ikki einaferð, ikki megnaðu at semjast um grundleggjandi spurningar um framtíðar støðu Føroyar.

Flest øll vita, hvussu henda lóg varð til sum neyðloysn í eini krepputíð, ið stóðst av ósemju viðvíkjandi støðu Føroya og Danmarkar ímillum aftan á at føroyingar høvdu atkvøtt fyri loysing í 1946.

Vit vita eisini at heimastýrislógin er gjørd fyri at sissa føroyingar í kravi okkara um fult tjóðskaparligt og stjórnarligt frælsi.

At heimastýrislógin er ódemokratisk sæst best við, at tá ið hon varð gjørd og sett í gildi var Føroya fólk ikki spurt eftir um tey góðtóku ella vrakaðu heimastýrislógina.

Hetta ger, at vit sum fólk ongantíð hava kent hesa lóg sum eina lóg ið vit sjálvi og fólkavaldu okkara, ið tá við vilja fólksins hava evnað til. Heldur munnu føroyingar kenna heimastýrislógina sum eini útlendsk harraboð ið eru trokað inn á tjóðina til tess at tøla náttúrliga vilja fólksins til sjálvræði og sjálvavgerðarrætt.

So leingi Føroyar verða stýrdar av Christiansborg er eingin sum kennir ábyrgd av at uppbyggja ein føroyskan búskap ið er leysur av donskum yvirvaldsrætti. Tað er av størsta týdningi, at vit føroyingar taka fulla ábyrgd av landi okkara.

Tað eru vit sum eiga hetta landið og tað ríkidømi, sum er at finna í okkara undirgrund saman við tí fiski, sum livir í okkara sjógvi innanfyri 200 fjórðingar.

Hetta er tann posturin, sum okkara er tillutaður frá Skaparans hond. Tað er tí umráðandi, at vit taka við okkara búgvi og ikki lata aðrar søpla okkara røkidømi burtur í løtu vinningspolitikki.


Vinarliga

Bjarni Hansen, Trongsivágur

Valevni hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðuroy