Tjóðveldisflokkurin bjóðar til samstarv

Á tíðindafundi um valskránna hjá flokkinum bjóðaði Tjóðveldisflokkurin til samstarv um loysingarspurningin

Teir politisku flokkarnir hava fingið størri sans fyri at brúka fjølmiðlarnar.

Í útheiminum hava teir gjørt hetta leingi og lýsingarrøðirnar í samband við val uttanlands eru væl tilrættislagdar.

Tað tekur sína tíð, at fáa hetta ígjønum í Føroyum, men nú sær út til at fara at bragda.

Seinasta hósdag helt Tjóðveldisflokkurin tíðindafund, fríggjadagin var túrurin komin til Kristiliga Fólkaflokkin og í gjár helt Javnaðarflokkurin tíðindafund.

Á tíðindafundinum hósdagin seinasta greiddi Tjóðveldisflokkurin frá sínari valskrá og har verður, sum altíð lagdur størstur dentur á loysingarspurningin.

Tó ger Tjóðveldisflokkurin nógv burtur úr at gera veljararnar varugar við, at teir ikkibara eru ein loysingarflokkur, men eisini ein seriøsur politiskur flokkur, sum m. a. hevur eina almannaskrá og eina vinnuskrá.


Nýggj andlit

Tað skerst ikki burtur, at tað eru nógv nýggj andlit í Tjóðveldisflokkinum og eitt teirra, Høgni Hoydal greiddi frá valskránni.

Hann legði dent á, at hetta er eitt framhald av førdum politikki.

? Fólkaatkvøðan í 1946 er ikki gloymd, men nú vilja vit koma til næsta stig.

? Vit bjóða hinum flokkunum til eitt samstarv um at gera eina føroyska grundlóg, sum síðani skal sendast til fólkaatkvøðu.

? Vit hava ein einastandandi møguleika júst í hesi løtu, sigur flokkurin.

? Blokkurin fíggjar einki virksemi í Føroyum í løtuni, og tíðarbilið at sleppa sær av við blokkin nú er júst tað rætta.


Politiskt frælsi

Tjóðveldisflokkurin er av tí áskoðan, at fyri at fáa fíggjarligt frælsi, so er neyðugt fyrst at taka politiskt frælsi.

? Vit koma ikki víðari um vit ikki fyrst taka politiskt frælsi.

? Tá tað er gjørt, so skulu vit undir samráðingar við danir um hvussu vit gera endaliga upp landanna millum, sigur Tjóðveldisflokkurin.

Flokkurin ger greitt, at tað ikki er møguligt, at kvetta á stokkinum fíggjarliga, men politiskt er tað møguligt.


Samstarva við danir

Tjóðveldisflokkurin ger vart við, at teir ikki ynskja at kvetta alt samstarv við danir.

?Vit skulu samstarva við danir, sigur flokkurin og nevnir heilsumál og undirvísingarmál, sum dømir.

? Vit hava góðar útbúgvingarmøguleikar í Danmark, og teir skulu vit halda fast við, men tað skal gerast í samstarvið millum tvær tjóðir.

Flokkurin ger samstundis vart við, at tað hevur verið skotið føroyingum í skógvarnar, at vit missa teir góðu útbúgvingarmøguleikarnar sum eru í ES londunum. Hesar hava vit ígjøgnum Danmark sum er.

Hesum er flokkurin ikki samdur í.

Íslendingar hava í nógv ár havt møguleika at samstarva við aðrar tjóðir á útbúgvingarøkinum og teir hava m.a. møguleika at lesa í ES londum fyri sama kostnað ella minni kostnað enn hini ES londini, og teir møguleikarnar kunnu vit eisini fáa við samráðingum sigur Tjóðveldisflokkurin.