Tað tóktist mær eftir valsendingina, sunnukvøldi í SVF, sum Finnbogi Ísakson als ikki búði í sama landi sum vit onnur. Hann ilskaðist, at man í valstríðnum er farin at viðgera almanna og heilsumál. Veit hann ikki, at tað t.d. framvegis eru 2000 arbeiðsleysir føroyingar, at pensjónsviðurskiftini eru afturútsigld ella at heilsuverkinum krevst stórar ábøtur.
Onga viðmerking
Hesi álvarsmál roynir Tjóðveldisflokkurin at káva útyvir og leggja dent á uttanum tos. Er tað tí, at flokkurin ongan politik hevur á hesum økjum. Tað fingu vit sum síggjarar fatanina av, tá Finnbogi í SvF segði seg onga viðmerking hava um, hvønn sosialpolitik Tjóðveldisflokkurin fór at føra, um hann kom í samgongu eftir valið.
Sosialmál er politikkur
At viðgera sosialmál er politikkur. Fremsta uppgávan hjá einum komandi løgtingi má vera, at hava fingurin á pulsinum hjá føroya fólki. Frá pensjonistunum umvegis stressaðu ungu familjuna og til ungdómin, ið ivandi skal velja sær eina framtíð, eina útbúgving. Fólk mugu kenna at politikarin stuðlar og virkar teimum at frama og hevur áhugað fyri gerandisdegnum hjá íbúgvum landsins.
Okkara boðskapur
einasta loysnin
Men tað er ein greiður munur á teirra politikki og okkara loysnum. Ímóti borgarliga Tjóðveldispolitikkinum við sínum djúpt menniskju fíggindaligu samfelags áskoðan, seta vit okkara boðskap um demokratisku sosialismuna sum einastu loysnina. Tað er okkara positiva menniskju áskoðan, ið skal endurvinna áliti á egnan førleika at møta nýggju øldini.
Ríkidømið í
javnaðarhugsanini
Tað er okkara boðskapur um felagsskapin og solidaritet, sum skal gera tað møguligt aftur at styrkja, menna og útbyggja vælferðarsamfelagið sosialt á fer til eitt meiri javnt og rættvíst samfelag.
Tað er arbeiði fyri, at bøta umstøðurnar hjá teimum veikastu í samfelagnum, at skipa eitt samfelag hvørs aðalmál er eitt virkið lív hjá hvørjum einstøkum okkara, uttan mun til førleika og evnir, sum vísur ríkidømið í javnaðar hugsjónini.
Eyðólv Dimon
Valevni javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy









