uppat at fiska og bjóðaðu sær at hjálpa við leitingini. Hann endaði fyrilesturin við at leggja dent á, at nú, tá okkara forfedrar høvdu framt eitt bragd við at vinna okkum rættindir, áttu vit at takka [...] Fróðskaparsetri Føroya um íslendska stríðið um sítt fiskimark. Hann legði út við at siga, at hann var glaður, aftur at unirvísa í eina løtu og fáa fríð frá sínum forsetaembæti. Guðni Jóhannesson var lektari [...] íslendarum, serliga við bretar, um at fáa ræðisrætt á sínum fiskimarki. Tað byrjaði í 1901 tá fiskimarkið bleiv ásett at verða tríggjar fjórðingar, inntil fiskimarkið at enda bleiv flutt út á 200 fjórðingar
Poulsen var at flyta úr húsunum á Skipanesi næst seinasta vikuskifti, men nú er tíðin komin, at hon og genturnar noyðast at flyta, tó at tær ongastaðni vita sær at fara. - Vit hava bara bilin at fara í, men [...] enn einum ári síðan sá, at tað ikki fór at vera búgvandi í húsunum á Skipanesi, fóru tey at hyggja seg um eftir øðrum bústaði. Men, higartil hevur tað verið ein total ómøguligheit at finna nakað, sum Arnhild [...] ongastaðni at fara. Hesa tíðina hevur Arnhild arbeitt á Fiskavirkinum í Gøtu, og seinasta árið hevur hon gingið á kokkaskúla í Klaksvík. Eftir at hava klárað royndir og praktikktíð, noyddist hon at gevast
m, sum ætlanin hevur verið at farið undir. Tí er enn ikki greitt, hvussu verður við fyribils bústovninum fyri autistar og onnur menningartarnað í Klaksvík, ið ætlanin var at seta á stovn beinanvegin. Á [...] næsta ár er stovnurin ikki til. Roknað verður við, at hann kostar umleið 2 mió. krónur um árið at reka. - Vit arbeiða á nógvum ymiskum økjum fyri at finna eina loysn, har vit kunnu tryggja eitt virksemi [...] vilja seta í gongd. Vit arbeiða við at kanna, í hvønn mun lógarbundnar útreiðslur kunnu umbókast til rakstrarútreiðslur í sambandi við, at virksemi verður lagt um, hvussu stórur akutti tørvurin er, ella um
lítlan mánað, fer eftir øllum at døma at lokka nógvar áskoðarar í Havnar Bio. Filmurin er trúgvur ímóti upprunahandritinum hjá Williami Heinesen, og føroyingar fara tískil at kenna seg aftur. Sum kunnugt [...] upptøkur í filminum eru úr Koltri og Saksun. Jákup Eli Jacobsen frá Havnar Bio dylir ikki fyri, at tey rokna við, at filmurin verður ein av teimum stóru. Møguliga ikki á hædd við Barbaru hjá Niels Malmros, ið [...] einum sera stórum áhuga, ikki minst av teirri orsøk, at filmurin er týddur til føroyskt. Skúlar hava fingið bræv sendandi, har vit bjóða okkum fram at gera sýningar fyrrapart ella seinnpart, sigur Jákup
skrivar Sidsel Jensdatter Lyster, at liminir í felagnum høvdu glett seg til yvirtøkuna, so at sleppast kundi undan donsku lógini, men at tey standa spyrjandi, nú tað frættist, at Almannamálaráðið skal umsita [...] fyri hví málsøkið skal flytast tann 1. oktober. Um talan er um, at barnsins tørvur á hendan hátt betri verður møttur og at lættari verður at skipa tvørfakligt samstarv við Barnavendarøkið, so fegnast vit [...] málsøkinum fer at seinka hetta arbeiðið. - Landsstýriskvinnan Sirið Stenberg lovaði herfyri, at kanna málið eftir ólavsøku soleiðis at vit fingu ein góða føroyska lóg til barnanna besta. Nú tykist sum stígur
vælferð, men at hetta, ið hvussu so er, gevur flokkinum møguleika at hava allar dyr opnar. -Tað, at allir flokkar vilja samstarva við okkum er væl, men tað er umráðandi hjá Javnaðarflokkinum ikki at missa sín [...] ikki heldur, at nøkur broyting er neyðug. - Alt tað, sum byggir á broytingar í politiskta arbeiðinum, hevur torført við at vinna frama júst nú. - Eitt nú at ein stjórnmálanevnd verður sett at gera eitt føroyskt [...] mugu vit seta alla orku inn at kunna veljarnar um, hvussu umráðandi tað er at fáa samfelagsviðurskiftini í Føroyum fram í ljósmála. Tjóðveldisflokkurin lætt spæl - Heldur tú at veljarnir í kanningini meta
arbeiðið til rættis og avtala, at í morgin gera vit tað. Vit kunnu ikki avtala, at í morgin fara vit at trívast. Vit kunnu vóna, at við at gera uppgávuna, ger tað eisini at vit fara at trívast, sigur Djóni Dalsgarð [...] ð, at fólk trívast, men hevur eina meining um, hvat ger, at fólk fara at trívast. - Trivnaður er ein avleiðing av, at fólk fáa brúkt teirra førleikar, at teirra hugskot verða tikin í álvara, og at tey [...] fortreytir meini eg, at man leggur arbeiðið til rættis, so man kann røkja tað. Har hoyrir sjálvandi til, at tað er eitt vinarligt arbeiðsumhvørvi, og at fólk sjálvi eru við til at avgera, hvussu arbeiðið skal
fara nýggjan túr, tá ið januar mánaði fer at halla. Skiparin sigur, at um so verður, at teir fara úr russiskum í norskan sjógv at royna, verður hesin túrurin helst tríggjar mánaðar langur. Á leiðini, har Enniberg [...] fjúrtan dagar inn í nýggja árið. Vanliga plaga vit at byrja vártúrin millum 20. og 25. januar, og tá verður farið í norskan sjógv at royna. Vártúrurin plagar at vera góður, tí tá er vanliga góð fiskitíð í norskum [...] tað vera stórt spell, at vit júst í hesum samráðingum skuldu lata kvoturnar, vit høvdu hjá hvørjum øðrum, minka. - Úrslitið verður, at flakatrolararnir, sum bara hava Barentshavið at líta á, gerast verri
Hann staðfestir, at útgangsstøðið hjá kommunum er, at landið skal gjalda fullan prís fyri at keypa SEV. - Eginognin hjá SEV liggur um eina milliard krónur, og okkara sjónarmið er, at grundlógin tryggjar [...] elveiting, staðfestir hann. - Johan Dahl hevur úr at gera at fáa alt at rigga, sum ikki riggar hjá tí almenna, heldur enn at yvirtaka SEV, sum riggar væl, leggur formaðurin í Kommunufelagnum og borgarstjórin [...] skal yvirtaka SEV. Men, Heðin Mortensen leggur afturat, at kommunurnar onki val hava, men hava løgfrøðiliga skyldu at verja seg ímóti, at landsstýrismaðurin ókeypis flytur ognarrættin til SEV frá kommununum
el-bilar avgjørt eitt alternativ til bensin/diesel. Jacob Vestergaard heldur ikki, at nakað forboð eigur at verða sett fyri at brúka bensin- og diselbilar, ei heldur nakað árstal fyri, nær vit skulu koyra upp [...] diesel (seyðabilur). - Eg havi ikki ætlanir um at skifta bilarnar út og havi ikki hugsað so nógv um, hvat brennievni bilarnir brúka. Eg hugsi meira um, hvussu nógv bilarnir brúka fyri hvønn kilometur, teir [...] teir koyra. Landsstýrismaðurin vísir á, at um hann hevði skift bilarnar út, kundi hann saktans funnið upp á at keypt hybrid ella el-bil, um hesir vóru á sama støði, sum bilarnir hann hevur í dag. - Tøkniliga