Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, koyrir í einum bensindrivnum Volvo S80, sum er frá 2014. Hann koyir eisini í einum Nissan Navara (Pick-up) frá 2017, sum brúkar diesel (seyðabilur).
- Eg havi ikki ætlanir um at skifta bilarnar út og havi ikki hugsað so nógv um, hvat brennievni bilarnir brúka. Eg hugsi meira um, hvussu nógv bilarnir brúka fyri hvønn kilometur, teir koyra.
Landsstýrismaðurin vísir á, at um hann hevði skift bilarnar út, kundi hann saktans funnið upp á at keypt hybrid ella el-bil, um hesir vóru á sama støði, sum bilarnir hann hevur í dag.
- Tøkniliga menningin gongur skjótt, og eru el-bilar avgjørt eitt alternativ til bensin/diesel.
Jacob Vestergaard heldur ikki, at nakað forboð eigur at verða sett fyri at brúka bensin- og diselbilar, ei heldur nakað árstal fyri, nær vit skulu koyra upp á alternativa orku.
- Tá tað loysir seg peningaliga, og bilarnir eru líka góðir ella betur enn teir, vit hava í dag, hendir skiftið av sær sjálvum, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.