Nýggja veljarakanningin vísir, at Javnaðarflokkurin hevur ávísa framgongd, men eisini stóra undirtøku, sum samstarvsflokkur, millum veljarar i øllum flokkum.
Eisini tá um løgmansevni ræður, verður Jóannes Eidesgaard oftast nevndur, sum hóskandi evni.
Tað er formaðurin í Javnaðarflokkinum fegin um - serliga framgongdina, hóast hon er lítil í mun til framgongdina hjá Tjóðveldisflokkinum.
- Okkara framgongd er meira eftirfarandi og støðug, sigur Jóannes Eidesgaard.
Óheppið tá flokkar fara upp í slokk
Hann heldur ikki at tað er so eftirfarandi,tá flokkar í veljarakanningum renna upp í slokk, fyri síðani at bresta tá val er.
- Tað, sum kemur til sjóndar nú, er meira stemningar og kenslur í samfelagnum. Tað er kanska eisini hetta, ið nú gera seg galdandi í kanningini, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Eingin hugsar um annað enn sambandið millum Danmark og Føroyar.
Her er boðskapurin hjá Tjóðvaldisflokkinum greiður. Teir vilja hava loysing, meðan Sambandsflokkurin ikki heldur, at nøkur broyting er neyðug.
- Alt tað, sum byggir á broytingar í politiskta arbeiðinum, hevur torført við at vinna frama júst nú.
- Eitt nú at ein stjórnmálanevnd verður sett at gera eitt føroyskt upplegg til broytingar í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Her mugu vit seta alla orku inn at kunna veljarnar um, hvussu umráðandi tað er at fáa samfelagsviðurskiftini í Føroyum fram í ljósmála.
Tjóðveldisflokkurin lætt spæl
- Heldur tú at veljarnir í kanningini meta út frá førda politikki, ella persónum í politikki?
- Tað er helst ein kombinatión av báðum. Í politkki er tað oftast soleiðis,at politikarar og flokkar ikki verða mettir eftir, hvat teir hava gjørt, men eftir, hvat teir í framtíðini villja gera, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur, at veljarakanningin skal brúkast kritiskt og til sjálvrannsakan, um hvat er gjørt skeivt og hvat kann gerast betur, fyri at selja tað, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri.
-Tjóðveldisflokkurin hevur lætt spæl. Tosið í Føroyum er einsporað í løtuni. Tað er bankamálið og ríkisrættarligu viðurskiftini millum Danmark og Føroyar, meðan okkara egnu samfelagsmál verða burturtagd.
- Eingin tosar um skúlamál, heilsumál, almannamál og t.d. støðuna hjá teimum brekaðu. Øll tosa bara um, hvussu stórir skálkar danir eru.
- Vit skulu ikki gloyma hesi viðurskifti millum londini, men vit mugu heldur ikki gloyma okkara egnu samfelagsmál, sigur Jóannes Eidesgaard.
Flokkurin altíð havt markantar formenn
- Tað er væl at formaður í politiskum flokki fær góða undirtøku, men er tað nóg mikið til at fáa størri undirtøku?
- Tað er avgjørt ikki nóg mikið. Umráðandi er, at vit fáa eina góða og sterka uppstilling í øllum valdømum kring landið, og at vit virðismeta tað stóra arbeiðið, sum græsrøturnar gera.
- Nú havi eg ikki sett meg inn í kanningina, men hon kann vera við til at vísa ein heilstoyptan flokk. Tað er ein dygd, at formaðurin í einum flokki markerar seg, og tað hevur flokkurin altíð havt.
- Tað er hinvegin ein trupulleiki hjá Tjóðveldisflokkinum, at veljarin ikki vísir á ein persón, sigur Jóannes Eidesgaard.
Umráðandi at varðveita sín samleika
Spurdur, hvat flokkurin vil brúka veljarakanningina til, sigur Jóannes Eidesgaard, at tað er ein góður spurningur. Vandi er í einhvørjari vælferð, men at hetta, ið hvussu so er, gevur flokkinum møguleika at hava allar dyr opnar.
-Tað, at allir flokkar vilja samstarva við okkum er væl, men tað er umráðandi hjá Javnaðarflokkinum ikki at missa sín samleika burtur.
- Vit eru ikki nakar kittflokkur, sum kann fara inn allastaðni.
Veljarin hevur skilt
- Higartil hava vit prógvað, at Javnaðarflokkurin er álítandi og konstruktivur. Tað vístu vit við at fara í samgongu seinast, og vit stuðlaðu til eitt ávíst mark, uttan tó at lata okkum misnýta.
- Vit eru ikki so maktsjúkir, at vit ikki dugdu at takka fyri okkum, tá tað gjørdist ovboðið, sigur Jóannes Eidesgaard, sum ikki heldur, at flokkurin skal selja sína sál fyri einhvønn prís.
- Tað hugsi eg, at veljarin hevur skilt, sigur Jóannes Eidesgaard.