- Eg havi altíð verið ein frískur persónur, men í dag føli eg meg meira sum eina 80 ára gamla konu. Tað er kropspína og spekulatiónir um framtíðina - serliga framtíðina hjá børnum mínum - sum gera mær ilt og tyngja sinnið.
Tað sigur Arnhild Maria Poulsen, ættað úr Miðvági, sum saman við trimum gentum, 15, 20 og 22 ár, býr til leigu á Skipanesi. Hon hevur altíð verið løtt upp á sporið og skjót í vendingini, men í dag liggur hon nógv í seingini við pínu í kroppinum.
Saman við børnum sínum hevur hon leigað á Skipanesi síðan oktober 2014, men nú skal hon flyta út, tí leigumálið er sagt upp, og hon og genturnar hava ongastaðni at fara.
Hesa tíðina hevur Arnhild arbeitt á Fiskavirkinum í Gøtu, og seinasta árið hevur hon gingið á kokkaskúla í Klaksvík. Eftir at hava klárað royndir og praktikktíð, noyddist hon at gevast á kokkaskúlanum fyrst í apríl mánaði í ár.
- Vit eru øll vorðin sjúk av at búgva her, tí umfatandi og sjónligur blámusoppur er í húsunum. Tað er blivið verri og verri, sum tíðin er gingin, og síðan í september í fjør hava vit øll javnan havt trupulleikar við heilsuni.
Arnhild Maria Poulsen vísir á, at genturnar hava mist tíð í skúlanum, tí øll hava verið fongd við eitt nú høvuðpínu, kvalmu, strupuhosta og strongd av umstøðunum.
- Umframt beinleiðis avleiðingarnar av blámusoppi, gangi eg við pínu í ryggi, lendum og knøum hvønn dag, og soleiðis havi eg ongantíð havt tað áður. Nú gangi eg til viðgerð, bæði fyri krops-og sálarpínu.
Tá familjan fyri meira enn einum ári síðan sá, at tað ikki fór at vera búgvandi í húsunum á Skipanesi, fóru tey at hyggja seg um eftir øðrum bústaði. Men, higartil hevur tað verið ein total ómøguligheit at finna nakað, sum Arnhild og genturnar kunnu megna at bera fíggjarliga.
- Vit hava leitað um tað mesta av landinum, tí fyri okkum er tað ikki so avgerandi, hvar vit eru. Bara vit øll kunnu hava tað gott. Onkustaðni havi eg fingið at vitað, at tey vilja ikki hava børn búgvandi inni og aðrastaðni, at tey ikki vilja hava hund og kettu.
Hon sigur, at tey hava ikki ráð til dýra leigu.
- Eg havi skrivað meg upp til íbúð hjá Bústøðum fleiri staðni kring landið, og vit hava verið túr bæði í Norðoyggjum, Suðuroy og herfyri eisini í Sandoy og leitað eftir onkrum at búgva í. Men, higartil hevur tað ikki eydnast.
Arnhild Maria Poulsen sigur, at tey hava koyrt runt og hugt, hvar ljós ikki er. Hon hevur ringt til fólk, og hon hevur snakkað við kunningarstovur, men einki hevur borið til.
- Tað eru nógv hús, sum standa myrk og tóm, men tað sær bara ikki út til, at nakar vil leiga, sjálvt um tey ikki brúka húsini. Eg havi eisini skrivað til borgarstjórar, men líkt er ikki til, at nakar teirra hevur stundir at hugsa um okkara trupulleikar.
Haraftrat hava bæði hon og genturnar havt lýsingar á Facebook, men alt sigur tað sama.
Ætlanin hjá Arnhild Mariu Poulsen var at flyta úr húsunum á Skipanesi næst seinasta vikuskifti, men nú er tíðin komin, at hon og genturnar noyðast at flyta, tó at tær ongastaðni vita sær at fara.
- Vit hava bara bilin at fara í, men her verður trongligt hjá okkum fýra. Eg noyðist í hvussu er at koyra hina 20 ára gomlu til seinastu royndirnar á Kambsdali, eins og hin 15 ára gamla eisini skal gera seg lidna í Runavík, sigur hon.
Vikublaðið hevur skift orð við Arnhild Mariu Poulsen um umstøðurnar hjá henni og gentunum, og greinin er í fullum líki í blaðnum, sum verður borið í hvørt hús í dag.