- Vit mugu vísa ábyrgd í okkara umsiting av tilfeingi og sjóøki

Íslendski forsetin helt í dag fyrilestur á Fróðskaparsetrinum

Íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, helt í dag ein fyrilestur á Fróðskaparsetri Føroya um íslendska stríðið um sítt fiskimark.

 

Hann legði út við at siga, at hann var glaður, aftur at unirvísa í eina løtu og fáa fríð frá sínum forsetaembæti. Guðni Jóhannesson var lektari við lærda háskúlin í Íslandi í søgu áðrenn hann bleiv valdur til forseta.

 

Í sínum stutta fyrilestri tosaði hann um stríðið hjá íslendarum, serliga við bretar, um at fáa ræðisrætt á sínum fiskimarki. Tað byrjaði í 1901 tá fiskimarkið bleiv ásett at verða tríggjar fjórðingar, inntil fiskimarkið at enda bleiv flutt út á 200 fjórðingar í 1977. Øll árini stríddist Ísland við lond, ið vildu fiska á teirra grunnum, serliga Bretland, og ofta leikaði hart á.

 

Hann legði tó dent á, at stríðið ongantíð var millum fólkini, men tað var eitt stríð um prinsippir og um rættindi. Sum dømi um hetta brúkti hann tá eitt íslendskt skip bleiv burt, hildu allir bretskir trolarar uppat at fiska og bjóðaðu sær at hjálpa við leitingini.

 

Hann endaði fyrilesturin við at leggja dent á, at nú, tá okkara forfedrar høvdu framt eitt bragd við at vinna okkum rættindir, áttu vit at takka teimum fyri tað og taka við ábyrgdini og vísa tað í verkið við hvussu við umsita okkara stovnar og okkara sjóøki.

 

Guðni Jóhannesson segði, at tað er ikki bert ovurfisking, ið er ein trupulleiki, men at dálking í sjónum er ein líka stórur trupulleiki, ið skuldi takast í álvara.

 

- Vit mugu ongantíð gevast at kjakast um hvussu vit umsita okkara tilfeingi best, segði Guðni Th. Jóhannesson.

 

Restin av degnum er ein frídagur hjá íslendska fylginum, sum er í Føroyum. Í morgin vitja tey í Tórshavn, millum annað hjá borgarstjóranum og aðrar stovnar í Tórshavn. Hósdagin fara tey norð til Klaksvíkar og til Runavíkar.