- Vit sakna eina frágreiðing

Løgmaður hevur seinastu dagarnar verið fyri atfinningum, aftaná avgerðina hjá honum at leggja yvirtikna familjurættarøkið til Almannamálaráðið at umsita. Hetta hóast tað vóru starvsfólkini í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, ið skipaðu fyri yvirtøkuni.


Millum teirra, ið alment hava funnist at hesi avgerðini eru Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, Norðlýsið og nú eisini Sidsel Jensdatter Lyster, ið finst at avgerðini í lesarabrævi vegna netverki av sálarligum ella fysiskum harðskapraktum norðurlendingum.


Í lesarabrævinum skrivar Sidsel Jensdatter Lyster, at liminir í felagnum høvdu glett seg til yvirtøkuna, so at sleppast kundi undan donsku lógini, men at tey standa spyrjandi, nú tað frættist, at Almannamálaráðið skal umsita økið.


Hetta tí mett verður, at gjøgnum arbeiðið við at yvirtaka økið hava starvsfólkini í Heilsu- og Innlendismálaráðnum ogna sær vitan um økið, ið nú fellur burtur í samband við avgerðina hjá løgmanni.


- Vit sakna argumentir fyri hví málsøkið skal flytast tann 1. oktober. Um talan er um, at barnsins tørvur á hendan hátt betri verður møttur og at lættari verður at skipa tvørfakligt samstarv við Barnavendarøkið, so fegnast vit. Men, vit sakna eina frágreiðing og undrast um hví einki hevur verið at hoyra um orsøk fyri flytingina, skrivar Sidsel Jensdatter Lyster.


Í lesarabrævinum eftirlýsir Sidsel Jensdatter Lyster eina nýggja lóg á økinum, men ber ótta fyri, at flytingin av málsøkinum fer at seinka hetta arbeiðið.


- Landsstýriskvinnan Sirið Stenberg lovaði herfyri, at kanna málið eftir ólavsøku soleiðis at vit fingu ein góða føroyska lóg til barnanna besta. Nú tykist sum stígur er komin í at føroyska familjurættarøkið samstundist sum tað skal flyta frá einum málaráðið til eitt annað. Ein lóg skal ikki skundast ígjøgnum, men gerast á besta hátt. Hetta skilja vit. Men hvussu leingi er nú ætlanin at vit og børnini skulu bíða, spyr Sidsel Jensdatter Lyster.


Til ber at lesa alt lesarabrævið við at trýsta á her