- Vit rokna við stórum áhuga

- Norðurlendskir filmir hava lítlan og ongan áhuga í Føroyum uttan mun til, hvussu væl umtóktir teir eru uttanlands. Við íslendska filminum Dansinn verður ivaleyst øðrvísi, tí føroyingar eiga fittan part í filminum, sigur Jákup Eli Jacobsen frá Havnar Bio

Íslendski filmurin Dansinn, ið er væntandi til Føroya um ein lítlan mánað, fer eftir øllum at døma at lokka nógvar áskoðarar í Havnar Bio. Filmurin er trúgvur ímóti upprunahandritinum hjá Williami Heinesen, og føroyingar fara tískil at kenna seg aftur. Sum kunnugt eru tríggir av leikarunum føroyingar umframt nógvir statistar, og upptøkur í filminum eru úr Koltri og Saksun.

Jákup Eli Jacobsen frá Havnar Bio dylir ikki fyri, at tey rokna við, at filmurin verður ein av teimum stóru. Møguliga ikki á hædd við Barbaru hjá Niels Malmros, ið dróg um 20.000 føroyingar í biografin, men so nakað líknandi.

- Vit rokna við einum sera stórum áhuga, ikki minst av teirri orsøk, at filmurin er týddur til føroyskt. Skúlar hava fingið bræv sendandi, har vit bjóða okkum fram at gera sýningar fyrrapart ella seinnpart, sigur Jákup Eli Jacobsen.

Síðst í hesum mánaðinum verður fyrsta sýning av filminum Dansinn fyri innbodnum og fjølmiðlunum. Frá øðrum páskadegi verður filmurin sýndur fyri almenninginum.


Bara amerikanskt

Norðurlendskir filmir annars hava lítlan og ongan áhuga fyri biografáskoðararnar hjá Havnar Bio. Og tað kann tykjast ikki sørt løgið, tí nógvir av filmunum av norðurlendskum uppruna hava fingið virðislønir, góð ummæli og áttu onkursvegna at tala til okkum. Seinasta vikuskiftið var frumsýning av filminum Magnetisørens Femte Vinter, sum danin Morten Henriksen hevur leikstjórnað. Filmurin byggir á skaldsøgu eftir Per Olav Enquist og leikararnir eru danir, sviar og norðmenn. Filmurin hevur fingið góð ummæli í Danmark, men tað rínur kortini ikki við føroyingar.

- Vit hava ongantíð havt eina so vánaliga fyrstusýning í Havnar Bio, sum tá hesin filmurin var sýndur fríggjakvøldið í farnu viku, sigur Jákup Eli Jacobsen.

Av somu orsøk er ivasamt um danski filmurin Mifunes Sidste Sang, ið Søren Kragh-Jacobsen hevur leikstjórnað, yvirhøvur verður sýndur í Føroyum. Hesin filmurin, ið hevur fingið sera góð ummæli og Silvurbjørnina á filmsfagnaðinum í Berlin, hevur vakt stóran áhuga og atgongumerkini í Danmark ganga sum heitt breyð hóast filmurin ikki verður sýndur fyrr enn síðst í hesum mánaðinum.

Einasti tryggi vinnarin í Havnar Bio eru amerikanskir filmir. Teir eiga um 95% av umsetninginum og jú kendari stjørnur, jú betur gongur.

- Vit kunnu siga, at teir filmirnir, ið tala til ummælararnar, tala ikki til fjøldina. Filmir, ið fáa 2-3 stjørnur, ganga væl í biografinum. Tað eru nøvnini, ið selja filmin, næstan uttan mun til, hvussu innihaldið er, sigur Jákup Eli Jacobsen.