- Vit siga kortanei!

- Johan Dahl skuldi heldur roynt at fingið Strandferðsluna at rigga, sigur Heðin Mortensen.

- Vit siga kortanei til, at landið ognartekur SEV.

 

Tað staðfestir Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum. Hann er eisini borgarstjóri í Havn, og sostatt umboðar hann størsta eigaran í SEV.

 

Hann leggur dent á, at í hesum máli standa kommunurnar í Føroyum saman.

 

- Vit fara undir ongum umstøðum at góðtaka eina ognartøku av SEV, sigur formaðurin í Kommunufelagnum.

 

Í hesum sambandi sipar hann til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, sum mangan hevur róð fram undir, at landið skal yvirtaka SEV.

 

Men, Heðin Mortensen leggur afturat, at kommunurnar onki val hava, men hava løgfrøðiliga skyldu at verja seg ímóti, at landsstýrismaðurin ókeypis flytur ognarrættin til SEV frá kommununum til landið.

 

- Kommunurnar hava beinleiðis skyldu til at umsita kommunalu ognirnar so skilagott sum møguligt, herundir hava vit eina skyldu at royna at fáa veruligan prís fyri okkara ognir, sigur Heðin Mortensen.

 

- Landsstýrismaður í vinnumálum tosar í tíð og ótíð um, at landið skal yvirtaka SEV. Men hetta er ein spurningur, sum als ikki hevur verið umrøddur og tískil bendir nógv á, at veruliga ætlanin hjá landsstýrismanninum er at ognartaka SEV frá kommununum, leggur hann aftrat.

 

Hann staðfestir, at útgangsstøðið hjá kommunum er, at landið skal gjalda fullan prís fyri at keypa SEV.

 

- Eginognin hjá SEV liggur um  eina milliard krónur, og okkara sjónarmið er, at grundlógin tryggjar okkum, at eitt keyp bert kann gerast ímóti fullum endurgjaldi.

 

- Míni ráð til Johan Dahl er at lata kommunurnar og SEV fáa frið til at gera sítt arbeiði, tí tað duga kommunurnar. So kann Jóhan Dahl heldur hugsavna seg um sínar uppgávur, skjýtur formaðurin í Kommunufelagnum eftir landsstýrismanninum.

 

Og hann heldur fram:

 

- Jóhan Dahl kundi heldur roynt at fingið t.d. Strandferðsluna at rigga. Í heilum liggja ferjurnar til Suðuroynna og Sandoynna svínabundnar, hava black-out av onkrum slag og kunnu ikki føra farm og fólk millum oyggjarnar. Tal av túrum verður eisini broytt í heilum - alt eftir, um pengar eru tøkir.

 

- Hví ikki fáa hetta at rigga fyrst, áðrenn tosað verður um at yvirtaka samlaðu elframleiðsluna í Føroyum? Her er hóast alt bert talan um einstakt skip, sigr Heðin Mortensen.

 

Hann heldur, at Atlantsflog er annað gott dømi um, hvussu skilaleyst farast kann fram. Tann eina dagin skal alt einskiljast, síðani bleiv 1/3 einskildur - fyri síðan at blíva afturkeyptur.

 

- Hetta sama má ikki henda fyri okkara elveiting, staðfestir hann.

 

- Johan Dahl hevur úr at gera at fáa alt at rigga, sum ikki riggar hjá tí almenna, heldur enn at yvirtaka SEV, sum riggar væl, leggur formaðurin í Kommunufelagnum og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu aftrat.

 

Viðmerkingin frá Heðini Mortensen kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER