- Vit siga góðan morgun alt samdøgnið

Flakatrolarin Enniberg fiskar í løtuni í russiskum sjógvi í Barentshavinum. Teir 34 menninir eru staddir eysturi móti russisku oynni Novaja Semlja, har myrkt er 24 tímar um døgnið. – Hetta riggar fínt. Vit siga góðan morgun við hvønn annan alt samdøgnið, sigur Sonny Johannesen, skipari, skemtandi

Umborð Hósmorgunin ringdu vit umborð á flakatrolaran Enniberg, sum loysti í Havn 17. november. Kósin varð sett eystur í Barentshavið, og nú vit høvdu skiparan Sonna Johannesen í telefonini, høvdu teir fiskað í eina viku.

- Vit eru staddir heilt eysturi á 47 stigum, eysturi ímóti russisku oynni Novaja Semlja. Leiðin verður rópt Gásabankin. Fiskiskapurin hevur verið heldur slakur teir fyrstu dagarnar, men í gjár og í dag hevur verið frægari. Vit fingu soleiðis 12 tons í flaki í gjár.

Sonny Johannesen, skipari, sigur, at 34 mans eru við Ennibergi hendan túrin, og teir eru allir fyrireikaðir upp á at vera burtur á jólum og nýggjárinum.

- Hetta er tað, sum vit, ið hava siglt við flakatrolarunum í nógv ár, eru vanir við. Síðan eg kom við hesum skipinum í 1994, havi eg tvær ferðir verið heima á jólum. So, vit eru ikki vanir við annað.

Hann sigur, at Enniberg hevur jólapakkarnar, sum sjómanskvinnuringarnir kring landið hava latið, við á hesum túri.

- Tað er einki, sum bendir á, at vit koma heim til jólar, men helst einar fjúrtan dagar inn í nýggja árið. Vanliga plaga vit at byrja vártúrin millum 20. og 25. januar, og tá verður farið í norskan sjógv at royna. Vártúrurin plagar at vera góður, tí tá er vanliga góð fiskitíð í norskum sjógvi.

Ein annar møguleiki er, sigur Sonny, at teir fara úr russiskum sjógvi um ársskiftið og í norskan sjógv at royna, men hetta veldst bæði um fiskiskapin í russiskum og norskum sjógvi.

- Roynist fiskiskapurin í russiskum sjógvi, tá ið stundar til ársskiftið, halda vit fram at fiska her. Vit eru onkuntíð farnir í norskan sjógv um ársskiftið, men hetta er ikki tað vanliga. Okkum dámar best at koma heim um hálvan januar og síðan fara nýggjan túr, tá ið januar mánaði fer at halla.

Skiparin sigur, at um so verður, at teir fara úr russiskum í norskan sjógv at royna, verður hesin túrurin helst tríggjar mánaðar langur.

Á leiðini, har Enniberg roynir í løtuni, er eisini flakatrolarin Vesturvón.

- Vit eru so norðarliga og eystarliga, at her er myrkt næstan alt samdøgnið. Tað er ein lítil lýsing um 10-tíðina føroyska tíð, men hon varar stutt. Um einar 14 dagar ella so, verður myrkt allar 24 tímarnar í døgninum.

Spurdur, hvussu tað riggar, tá ið eingin lýsing er yvirhøvur, sigur Sonny Johannesen skemtandi:

- Tað riggar fínt, og vit siga góðan morgun við hvønn annan alt samdøgnið.

Samráðingar hava júst verið millum Føroyar og Rusland um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri komandi ár. Úrslitið er í stuttum, at russiska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi er skerd, eins og føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi minkar við 700 tonsum í 2008.

- Hetta er stórt spell, og eg haldi eisini, at hetta er kleyvarskapur frá føroyskari síðu. Soleiðis, sum eg skilti støðuna, vildu russar lata okkum fiska somu toskakvotu komandi ár treytað av, at teir fingu somu svartkjaftakvotu í føroyskum sjógvi. Men hetta hava okkara embætisfólk og myndugleikar ivaleyst ikki verið nøgdir við.

Sonny Johannesen vísir á, at í ár eru 30 ár liðin, síðan fiskivinnusamstarvið byrjaði millum Føroyar og Rusland, og hann heldur tað vera stórt spell, at vit júst í hesum samráðingum skuldu lata kvoturnar, vit høvdu hjá hvørjum øðrum, minka.

- Úrslitið verður, at flakatrolararnir, sum bara hava Barentshavið at líta á, gerast verri og verri fyri, nú so illa verður arbeitt, sum samráðingarnar hesaferð eru dømi um.

Manningarparturin við Ennibergi í fjør lá um einar 800.000 krónur.

Sonny væntar, at árið í ár verður heldur lakari, men kortini rættiliga gott, tá ið saman um kemur.

Ein hópur av fólki liggur fram við at sleppa umborð á flakatrolararnar, hvørja ferð teir koma heim at landa.

- Tá ið tað frættist, at skipini sigla heim, ringir ein hópur av fólki og spyr um kjans, uppi fleiri hvønn dagin. Eg haldi, at einir 150 mans munnu hava ringt og spurt um kjans, nú Enniberg var heima hesaferð. Orsøkin er, at hesir kjansir enn teljast millum teir frægu í føroyskari fiskivinnu, sigur skiparin.

Enniberg er í sjónum einar 320-330 dagar um árið, og ymiskt er, hvussu leingi menn eru umborð í senn.

Vanligt er, at menn eru við einar tveir túrar og so heima ein túr. Í aðrar mátar eru summir umborð ein túr og í landi ein. Uppaftur aðrir kunnu vera tríggjar túrar við í senn og so heima í tveir.

- Hýran verður býtt millum menninar, sum eru umborð hvønn túrin, meðan teir, sum eru heima, ikki eru við í hýrupartinum, sigur Sonny Johannesen, skipari.

Á seinasta túri, sum endaði 3. november, var Dávur Jacobsen, skipari.

Hesin túrurin, sum var ein kombineraður flaka-og kongafiskatúrur, royndist hampiliga væl.