inn á Binu, sum eftir øllum at døma er perfekt. Vøkur, fitt og vældámd, og tað kundu tær hugsað sær eitt sindur av. Men tá ein álva kemur upp í leikin, vísir tað seg, at alt er ikki, sum tað sýnist. Bókin [...] Øskufíu, og í so máta er hon ikki nýskapandi. Men hon reisir nakrar spurningar, fær børn at hugsa og gevur møguleika fyri, at børn og vaksin fáa tosað saman um nøkur ting, um tey lesa hana saman. Og tað er ikki [...] Bókin snýr seg stutt og greitt um øvundsjúku, og tað er ikki heilt av leið, tá Madonna sigur, at hon eisini er fyri vaksin. Tí hon er lætt lisin og hevur ein greiðan boðskap: Ver ímóti øðrum, sum tú ynskir
enn 40 túsund áskoðarar vóru og hugdu at. So nógvir áskoðarar fara ikki at møta upp í Brøndby mikukvøldið 8. november, men í donskum fjølmiðlum er eingin ivi um, at hetta verður mest áhugaverdi dysturin [...] spæla ímóti hvørjum í áttandapartsfinalunum í donsku steypakappingini. Lutakastið lagaði tað soleiðis, at Todi Jónsson og FCK skal spæla á útivølli í Brøndby. Síðst hesi bæði stórfeløgini í høvuðsstaðnum hittust [...] og Herning. Tað eitur FC Midtjylland. Hetta liðið er á triðja plássi í superliguni. Tað boðar frá, at uppgávan hjá Herfølge verður ivaleysa stór. Johan B. Hansen og OB skulu eisini spæla á útivølli. Teir
Lindenskov, formaður í sosialu nevnd, sigur, at ætlanin er, at bæði eldrasambýlið og vøggustovan skulu fáa gleði av hvørjum øðrum, og tí tekur nevndin stig til at byggja báðar stovnarnar síð um síð. Tað er [...] Varðagøtu, sum skal flyta í nýggj høli. Arbeiðseftirlitið hevur verið á vitjan og kom til ta niðurstøðu, at hølini vóru ikki nóg væl egnað til vøggustovu, og tí verður væntandi flutt í nýggj høli. Í nýggja [...] um uppskotið verður samtykt. Eldrasambýlið er tað fyrsta av sínum slag, og býráðið hevur ætlanir um at gera fleiri.
Frants Róin, vakthavandi lækni á skaðastovuni, sigur, at boksibólturin gav teimum nógv at gera hesar dagarnar. Og Buffalo skógvarnir oyðiløgdu eisini ólavsøkuna hjá fleiri konufólkum. Vit høvdu vitjan [...] Skaðastovan á Landssjúkrahúsinum hevði úr at gera um ólavsøkuna. Eini tíggju av teimum, ið royndi seg sum nevaleikarar í kommunuskúlagarðinum á ólavsøku, endaðu á skaðastovuni við pínu í handliðinum. Frants [...] fimm fólk brotið nøsina. Ein hevði eisini fingið tveir fingrar í eygað. Frants Róin leggur aftrat, at teir eisini hava viðgjørt ein ungan mann, ið var skotin í hálsin við luftbyrsu. Hesin hevði arbeitt
fyri meg. Nú hevði man næstan trúð, at tað ongantíð skuldi eydnast, men viðhvørt loysir tað seg altso at bíða. Móti endanum av dystinum stóð eitt sindur á hjá tykkum at verja stigini. - Ja, men okur burdu [...] løtuna av fyrra hálvleiki, tá vit áttu fleiri góðar møguleikar. Tað var so í øllum førum ikki talan um, at B36 leikararnir góvu okkum nakað til gávus. Teir spældu væl, og góvu okkum dygga mótstøðu, men tað [...] vit eisini roknað við. Serliga seinna partin av fyrra hálvleiki trýstu teir okkum, men vit kláraðu so at standa ímóti. Um nøkur einstøk orsøk skal takast framum, tá tosað verður um uppskriftina til fyrsta
Hvussu tíðliga Vilhelm Nielsen fekk hetta umboðið vistu Goodyear menninir ikki at siga, men teir hildu tað ikki vera óhugsandi, at Vilhelm Nielsen kann hava fingið hetta umboðið samstundis sum hann fekk GM [...] fyritøkuni í Danmark, Carl Ole Olofsen og Ole Brinkgaard Olsen eru í hesum døgum í Føroyum. Orsøkin er, at amerikanska Goodyear fyritøkan í morgin kann hátíðarhalda sín 100 ára føðingardag. ? Vit hava nú ikki [...] Brinkgaard Olsen. Goodyear fyritøkan fekk fastatøkur í Danmark longu í 1925, og var hetta í sambandi við, at Goodyear lat dekk til amerikonsku Ford og GM verksmiðjurnar, sum fram til sekstiárini høvdu deildir
í Keypmannahavn kravinum frá ákærumyndugleikunum um at seta allar teir fimm ákærdu í Riskær-málinum í geglið, so kann hetta fáa tær avleiðingar, at fleiri endurgjaldskrøv verða reist. Tað er serliga tann [...] Bakmansløgreglan hevur kravt at teir fýra, sum sita á ákærubonkinum saman við Riskær Pedersen, fáa upp til hálvt ára fongsulsrevsing, fyri, sum stjórar og nevndarlimir, ikki at hava havt nóg gott eftirlit [...] Riskær-Pedersen, sum eigur nógvan pening, sum er í klemmu. ? Hann er tann einasti, sum hevur nakað at gjalda við, segði ein forrætningsmaður, sum hevði mist fitt av peningi tá Riskær fór á húsagang, við
spælararnir høvdu eisini væntað, at tá Kekkia aftur tók innkastið, fóru teir at spæla bóltin til føroyingarnar, men tað gjørdu teir ikki - og úrslitið var hinvegin, at kekkar fingu mál. Dysturin, sum lættliga [...] líka til 85. minutt í dystinum á Svangaskarði í dag, sum varð spældur í tjúkkum mjørka - so tjúkkum, at valla sást tvørtur um vøllin. Sum Internet-Sosialurin skrivaði í gjár, so var tað Jákup Mikkelsen úr [...] og var liggjandi á vøllinum. Tá kekkisku spælararnir ikki - sum siður er - spældu bóltin burtur fyri at steðga dystinum, gjørdu føroyingarnar tað. Samanbresturin við John Petersen gav føroysku spælarunum
EB/Streymur á heimavølli móti LÍF, meðan NSÍ fer til Gøtu at spæla móti GÍ. Og tað skal ganga illa hjá teimum í Sundalagnum, um tað ikki skal eydnast teimum at varðveita plássið í 2. deild. Níggjunda plássið gevur [...] sum er í støðinum millum deildirnar, man 2. deildarliðið vera favorittur at varðveita plássið. Men í løtuni sær tað eisini út til, at sundalagsmenn eisini sleppa undan hesum báðum dystunum. Tað verður helst [...] Sundalagsmenn tryggjaðu sær leygardagin við rættiliga stórari vissu sætið í 2. deild við at vinna 4-2 á HB í Gundadali. Sigurin var fult uppiborin og skuldi verið størri heldur enn minni. Halldór Joensen
Uppgávan er at vísa breiddina í felagnum gjøgnum ársins evni, og hvørt felag fær í mesta lagi 20 min. til framførsluna. Tíggju dómarar verða valdir at døma fimleikafagnaðin. Tað er ikki neyðugt, at hesir dómarar [...] inum leygardagin 7. november kl. 19.30 og sunnudagin 8. november kl. 16.00. Hetta er sjeynda árið, at Fimleikafagnaðurin er á skránni, og hesaferð er evnið »Áin«. Undanfarnu ár hava evnini verið: Árstíðirnar [...] dómarar hava nakað ávíst samband við fimleik, men miðað verður ímóti at finna dómarar við ymiskum førleikum í fjølbroyttari vinnu. Dómarametingin skal fevna um hesi øki: fimleikur/framførsla, lýsing av