Tað var ein partur av føroyskari ítróttasøgu, sum varð skrivaður, tá liðskiparin hjá VB, Eyðun Jacobsen, fór upp eftir FM-steypinum leygardagin.
Tá vit tosaðu við hann, var kenslan framvegis spildurnýggj, og tað tóktist heldur ikki, sum um hetta rættiliga var svølgt hjá Eyðuni.
- Hetta er ein heilt ótrúlig løta fyri meg. Nú hevði man næstan trúð, at tað ongantíð skuldi eydnast, men viðhvørt loysir tað seg altso at bíða.
Móti endanum av dystinum stóð eitt sindur á hjá tykkum at verja stigini.
- Ja, men okur burdu avgjørt dystin fyrstu løtuna av fyrra hálvleiki, tá vit áttu fleiri góðar møguleikar. Tað var so í øllum førum ikki talan um, at B36 leikararnir góvu okkum nakað til gávus. Teir spældu væl, og góvu okkum dygga mótstøðu, men tað høvdu vit eisini roknað við. Serliga seinna partin av fyrra hálvleiki trýstu teir okkum, men vit kláraðu so at standa ímóti.
Um nøkur einstøk orsøk skal takast framum, tá tosað verður um uppskriftina til fyrsta plássið, hvør er so hendan? - Hart arbeiði, vóru seinastu orðini hjá Eyðuni Jacobsen, áðrenn hann sum fyrsti VB leikari fór upp í skýlið, har søguligu gullmerkini vórðu handað leikarunum.