Sundalagsmenn tryggjaðu sær leygardagin við rættiliga stórari vissu sætið í 2. deild við at vinna 4-2 á HB í Gundadali. Sigurin var fult uppiborin og skuldi verið størri heldur enn minni.
Halldór Joensen hevur roynst væl sum málskjútti hjá EB/Streymi í ár, og hesaferð fekk hann tvey mál. Hini bæði skutu Tummas Joensen og Eyðfinnur Joensen.
Hjá HB gjørdi Eyðun Samuelsen bæði málini, tað fyrra við brotssparki.
Við sigrinum kom EB/Streymur upp á 20 stig, og tað eru trý fleiri enn NSÍ, sum nú liggur á næstniðasta plássi. Í seinasta umfari av kappingini spælir EB/Streymur á heimavølli móti LÍF, meðan NSÍ fer til Gøtu at spæla móti GÍ.
Og tað skal ganga illa hjá teimum í Sundalagnum, um tað ikki skal eydnast teimum at varðveita plássið í 2. deild.
Níggjunda plássið gevur teimum tveir dystir um upp- og niðurflyting móti næstbesta liðnum í 3. deild, og havandi í huga munin, sum er í støðinum millum deildirnar, man 2. deildarliðið vera favorittur at varðveita plássið. Men í løtuni sær tað eisini út til, at sundalagsmenn eisini sleppa undan hesum báðum dystunum. Tað verður helst antin NSÍ ella B36, sum fær ta uppgávuna.