Fylgir býarrætturin í Keypmannahavn kravinum frá ákærumyndugleikunum um at seta allar teir fimm ákærdu í Riskær-málinum í geglið, so kann hetta fáa tær avleiðingar, at fleiri endurgjaldskrøv verða reist.
Tað er serliga tann eini nevndarlimurin í fyrrverandi felagnum hjá Riskær-Pedersen, sum eigur nógvan pening, sum er í klemmu.
? Hann er tann einasti, sum hevur nakað at gjalda við, segði ein forrætningsmaður, sum hevði mist fitt av peningi tá Riskær fór á húsagang, við Aktuelt.
Tá Riskær Pedersen fór á húsagang, mistu fleiri hundrað partaeigarar heilt nógvan pening. Teirra millum vóru eisini fleiri danskir ríkmenn, sum eitt nú fyrrverandi bankaeigarin Alex Brask Thomsen og millióningurin Finn Harald Simonsen.
Nevndarlimir ákærdir
Tríggir av teimum, sum sita ákærdir í Riskær-málinum, vóru nevndarlimir í feløgunum hjá Riskær Pedersen, Krepco Holding og Accumulator Invest, tá tey fóru á húsagang við milliardaskuld í januar 1992.
Fimti maðurin á ákærubonkinum var stjóri í øðrum felagnum, men fór frá stutt áðrenn húsagangin.
Bakmansløgreglan hevur kravt at teir fýra, sum sita á ákærubonkinum saman við Riskær Pedersen, fáa upp til hálvt ára fongsulsrevsing, fyri, sum stjórar og nevndarlimir, ikki at hava havt nóg gott eftirlit við framferð Riskærs, meðan Accumulator Invest enn var gangandi.









