Skaðastovan á Landssjúkrahúsinum hevði úr at gera um ólavsøkuna. Eini tíggju av teimum, ið royndi seg sum nevaleikarar í kommunuskúlagarðinum á ólavsøku, endaðu á skaðastovuni við pínu í handliðinum.
Frants Róin, vakthavandi lækni á skaðastovuni, sigur, at boksibólturin gav teimum nógv at gera hesar dagarnar. Og Buffalo skógvarnir oyðiløgdu eisini ólavsøkuna hjá fleiri konufólkum.
Vit høvdu vitjan av fleiri konufólkum, ið høvdu traðkað á fløskur og skeiklað sær fótin. Nógv vóru eisini dottin og høvdu skorið seg av glasi, sigur Frants Róin.
Fleiri brotnar nøs
Harðskapur hoyrir eisini ólavsøkuni til. Á skaðastovuni eru fleiri viðgjørd fyri næsabrot.
Hesar báðar dagarnar eg var til arbeiðis, høvdu fimm fólk brotið nøsina. Ein hevði eisini fingið tveir fingrar í eygað.
Frants Róin leggur aftrat, at teir eisini hava viðgjørt ein ungan mann, ið var skotin í hálsin við luftbyrsu. Hesin hevði arbeitt í skjótiteltinum, tá hann brádliga var raktur av einum skoti framman í frá.
Serliga nógv var at gera hóskvøldið og ólavsøkuaftan. Leygardagin var hampuliga friðarligt, sigur Frants Róin, vakthavandi lækni á skaðastovuni.
Teir sokallaðu Buffalo skógvarnir oyðiløgdu ólavsøkuna fyri fleiri konufólk Mynd. Jens Kr. Vang