Nú er tað greitt, hvør skal spæla ímóti hvørjum í áttandapartsfinalunum í donsku steypakappingini.
Lutakastið lagaði tað soleiðis, at Todi Jónsson og FCK skal spæla á útivølli í Brøndby. Síðst hesi bæði stórfeløgini í høvuðsstaðnum hittust í steypadysti var Kristi himmalferðardag í 1998. Tá vann Brøndby finaluna í Parkini 4?1. Fleiri enn 40 túsund áskoðarar vóru og hugdu at.
So nógvir áskoðarar fara ikki at møta upp í Brøndby mikukvøldið 8. november, men í donskum fjølmiðlum er eingin ivi um, at hetta verður mest áhugaverdi dysturin í fimta umfarinum.
Jákup Mikkelsen og hinir í Herfølge skulu til Jyllands, har mótstøðuliðið verður nýggja felagsliðið hjá Ikast og Herning. Tað eitur FC Midtjylland. Hetta liðið er á triðja plássi í superliguni. Tað boðar frá, at uppgávan hjá Herfølge verður ivaleysa stór.
Johan B. Hansen og OB skulu eisini spæla á útivølli. Teir skulu um brúnna um Lítla beltið og norður til Viborg.
Hinir dystirnir eru hesir: Vejle?AB, AaB?Silkeborg, Ballerup?FS Aarhus og Holsterbro?Esbjerg. Tað er ikki greitt enn, hvør skal spæla síðsta dystin. Horsens skal hava heimavøll. Gestirnir koma úr B93 ella Lyngby. Tey bæði keypmannahavnarliðini skulu spæla komandi mikukvøld.
jh