Elst og yngst saman

Tórshavn: Sosiala nevnd í Tórshavnar býráði hevur biðið byggideildina um gera eina ætlan um, hvussu ein vøggustova og eitt eldrasambýli kunnu gerast á sama staði

Vallalíð er staðið, har eldrasambýlið og vøggustovan eftir ætlan skulu gerast. Enn er einki samtykt av býráðnum, men sosiala nevnd hevur arbeitt við málinum og biðið um pening til projektering. Um byggideildin kemur við einum góðum uppskoti, verður uppskotið væntandi samtykt í býráðnum.

Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd, sigur, at ætlanin er, at bæði eldrasambýlið og vøggustovan skulu fáa gleði av hvørjum øðrum, og tí tekur nevndin stig til at byggja báðar stovnarnar síð um síð.

Tað er vøggustovan hjá nonnunum, Stella Maris í Varðagøtu, sum skal flyta í nýggj høli. Arbeiðseftirlitið hevur verið á vitjan og kom til ta niðurstøðu, at hølini vóru ikki nóg væl egnað til vøggustovu, og tí verður væntandi flutt í nýggj høli. Í nýggja bygninginum skal pláss vera fyri fleiri børnum enn nú, men enn er ikki greitt, hvussu nógv børn kunnu fáa pláss. Tað verður greitt seinni, tí ætlanirnar eru langt frá lidnar enn.

Sankta Frans skúli hevur tørv á einum frítíðarskúla, og hann skal vera í hølunum hjá vøggustovuni í framtíðini, um uppskotið verður samtykt.

Eldrasambýlið er tað fyrsta av sínum slag, og býráðið hevur ætlanir um at gera fleiri.