Hátíðarhalda 100 ár

Saman leiðsluni hjá Goddyear í Danmark, hátíðarheldur Superdekk í Havn 100 ára haldið hjá Goodyeardekkunum

Í hesum døgum hevur Goodyear umboðið í Føroyum, Super Dekk í Havn, fornemma vitjan. Bæði sølustjórin hjá Goodyear í Danmark og forstjórin hjá Goodyear fyritøkuni í Danmark, Carl Ole Olofsen og Ole Brinkgaard Olsen eru í hesum døgum í Føroyum.

Orsøkin er, at amerikanska Goodyear fyritøkan í morgin kann hátíðarhalda sín 100 ára føðingardag.

? Vit hava nú ikki skipað fyri serligum tiltøkum júst hendan dagin, men vit hava útnevnt árið 1998 sum jubileumsár, sigur Ole Brinkgaard Olsen.

Goodyear fyritøkan fekk fastatøkur í Danmark longu í 1925, og var hetta í sambandi við, at Goodyear lat dekk til amerikonsku Ford og GM verksmiðjurnar, sum fram til sekstiárini høvdu deildir í Danmark, sum lótu bilar til norðurlendska marknaðin.

Smílandi leggur forstjórin afturat, at øll hesi 73 árini hevur fyritøkan bert havt tríggjar forstjórar ? har eg eri tann triðji?

Goodyear dekkini eru eisini kend í Føroyum, og var tað júst GM-umboðið í Føroyum, Vilhelm Nielsen & søn sum umboðaði hetta merkið. Hvussu tíðliga Vilhelm Nielsen fekk hetta umboðið vistu Goodyear menninir ikki at siga, men teir hildu tað ikki vera óhugsandi, at Vilhelm Nielsen kann hava fingið hetta umboðið samstundis sum hann fekk GM umboðið miðskeiðis í tríatiárunum.