Kekka vann 1-0 á Føroyum

Føroyska landsliðið kláraði seg væl í dystinum móti Kekkia á Svangaskarði í dag.

Sunnudagur, kl 18:20:

Tað stjóð á jøvnum líka til 85. minutt í dystinum á Svangaskarði í dag, sum varð spældur í tjúkkum mjørka - so tjúkkum, at valla sást tvørtur um vøllin.


Sum Internet-Sosialurin skrivaði í gjár, so var tað Jákup Mikkelsen úr Herfølge, sum vardi føroyska málið, og ta uppgávuna kláraði hann væl.


Hóast tað í fyrra hálvleiki tyktist, sum føroyska liðið var við undirlutan, so kláraði liðið seg væl - serliga í byrjanini av seinna hálvleiki.


Tá komið var út um 80. minutt fekk John Petersen ein undir vangan og var liggjandi á vøllinum. Tá kekkisku spælararnir ikki - sum siður er - spældu bóltin burtur fyri at steðga dystinum, gjørdu føroyingarnar tað. Hetta gav føroysku spælarunum fríspark, og maðurin, ið voldi John Petersen »lúsingin« fekk gula kortið. Tá hann framman undan hevði fingið gula kortið, fekk hann eisini tað reyða kortið og varð rikin av vøllinum.


Føroysku spælararnir høvdu eisini væntað, at tá Kekkia aftur tók innkastið, fóru teir at spæla bóltin til føroyingarnar, men tað gjørdu teir ikki - og úrslitið var hinvegin, at kekkar fingu mál