men portugisiska løgreglan heldur, at rúsevnið er úr Suðuramerika, og at tað skuldi sendast út á marknaðin í Evropa. Tað er ikki heilt greitt, hvussu nógv rúsevnið er vert, men løgreglan í Portugal heldur [...] Løgreglan í Portugal gjørdi eitt rættiligt kvetti, tá hon fór umborð á eitt fiskiskip at kanna, hvat var umborð. Í lastini funnu løgreglumenninir 1,7 tons av rúsevninum kokain, og teir átta menninir, sum [...] sum mannaðu skipið, eru nú tiknir og settir í varðhald. Løgreglan sigur, at menninir eru úr Indonesia, og at teir eru limir í einum brotsmannaliði, sum smuglar rúsevni millum Amerika, Afrika og Evropa
statinum Michigan og síðani seg sjálvan. Løgreglan sigur, at maðurin tók til rýmingar í einum bili við løgregluni í hølunum. Tá hevði hann skotið fimm fólk. Meðan løgreglan jagstraði mannin, skeyt hann tvey fólk [...] afturat og tók trý fólk gíslar. Løgreglan fekk samband við mannin í fartelefonini, men undir samrøðuni skeyt maðurin seg sjálvan. Teir tríggir gíslarnir hava tað gott. Løgreglan sigur, at drápsmaðurin var tann
Bretska løgreglan, Scotland Yard, fer nú aftur at at leita eftir teirri horvnu smágentuni Madeleine McCann. Tað kunngjørdi løgreglan í gjárkvøldið, eftir at leiðslan hevði havt fund við David Cameron, [...] um at bera so í bandi, at løgreglan tók leitingina eftir Madeleine uppaftur. Madeleine McCann hvarv í Portugal tann 3. mai í 2007, og sambært blaðnum The Telegraph er løgreglan í Portugal sinnað at samstarva
skjóta seg sjálvan, tá løgreglan skuldi taka hann. Frammanundan hevði maðurin loyst fleiri skot av inni á einari kaffistovu, og hann rakti trý fólk so meint, at tey doyðu. Løgreglan í Seattle sigur, at tveir [...] Pugel, segði á tíðindafundi í nátt, at byrsumaðurin beindi fyri sær, tá løgreglan kom fram á hann har vesturi í býnum. Nú kannar løgreglan, hvat tað var, sum fekk mannin at fara inn á kaffistovuna at skjóta
Blaðið El Pais skrivar, at løgreglan skjeyt við gummikúlum eftir mótmælisfólkinum, og aðrir fjølmiðlar skriva, at fleiri fólk vórðu særd. Løgreglustjórin heldur tó ikki, at løgreglan fór ov harðliga fram. -Nøkur [...] Løgreglan í spanska býnum Valencia fór harðliga fram ímóti studentum, sum gingu mótmælisgongu seinnapartin í gjár fyri at mótmæla almennum sparingum. Myndir og videoupptøkur vísa ungfólk við blóðinum rennandi [...] hjá løgregluni. Hann dugir ikki at siga, hvussu mong vórðu tikin, men summir fjølmiðlar siga, at løgreglan tók umleið 20 fólk við sær.
Franska løgreglan leitar eftir einum manni, sum hevur stolið fimm sera virðismiklar málningar í listasavninum Musée d´Art Moderne de la Ville de Paris. Talan er um málningar hjá so kendum listarmonnum [...] sum Picasso og Matisse, og franska løgreglan sigur, at teir fimm málningarnir eru umleið 500 milliónir evrur ella 3,7 milliardir krónur verdir. Tað var klokkan beint fyri seks í morgun, at starvsfólk [...] á savninum varnaðust stuldurin. Løgreglan avbyrgdi alt fyri eitt savnið, sum eisini hevur verið stongt í dag. Franska blaðið Le Monde skrivar, at tjóvurin var einsamallur, og at hann kom inn ígjøgnum
millumlendi í London á veg úr Jemen til Chicago. Bretska løgreglan fann tó einki spreingievni í prentarapatrónini. Kortini gjørdi amerikanska løgreglan av at kanna tvey UPS-flogfør, sum stóðu á flogvøllinum [...] stóð á flogvøllinum í Philadelphia. Samstundis kannaði løgreglan ein UPS-vøruvogn í New York. Barack Obama, forseti, segði við CNN í kvøld, at løgreglan hevur funnið tveir pakkar við spreingievnum, sum onkur
Týsklandi hevur løgreglan tikið tríggjar menn, sum verða hildnir at vera limir í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda. Innanríkisráðharrin, Hans-Peter Friedrich, sigur við fjølmiðlarnar, at løgreglan hevur fyribyrgt [...] Teir gjørdu tó av at útseta royndina, men løgreglan valdi kortini at taka teir nú, skrivar tíðindastovan DPA. Sambært innanríkisráðharranum hevur løgreglan hildið eygað við teimum trimum monnunum í sjey
seinnapartin mánadagin. Samstundis sóknast løgreglan eftir níggju øðrum persónum, sum kunnu hava havt samband við atsóknina, skrivar AP úr Moskva. Løgreglan í Moskva sigur, at Vitaly Razdobudko gekk aftur [...] Russiska løgreglan hevur nú almannakunngjørt eina mynd av tí 32 ára gamla Vitaly Razdobudko, tí sambært myndugleikunum var tað hann, sum sprongdi eina bumbu í komuhøllini á Domededodvo-flogvøllinum se [...] einum flogfari. Alt í einum rópti hann ?Eg drepi tykkum øll?, og so brast bumban, sigur russiska løgreglan.
Løgreglan í Norðurjútlandi eftirlýsti fyrr í dag eina 20 ára gamla kvinnu úr Brønderslev, Karen Karla Brønlund, sum fór heimanífrá mánadagin. Eftir at løgreglan hevði leitað eftir kvinnuni ymsastaðni og [...] setti seg í samband við okkum, ið segði, at Karen Karla Brønlund var sædd í gongugøtuni í Hjørring. Løgreglan sigur, at tey sendu beinanvegin løgreglu at leita eftir kvinnuni, og hon varð tíbetur funnin aftur [...] góðum. - Vit takka fyri hjálpina, og vit takka øllum, sum leitaðu eftir Karen Karla Brønlund, sigur løgreglan í Norðurjútlandi.