Bretska løgreglan, Scotland Yard, fer nú aftur at at leita eftir teirri horvnu smágentuni Madeleine McCann. Tað kunngjørdi løgreglan í gjárkvøldið, eftir at leiðslan hevði havt fund við David Cameron, forsætisráðharra og Theresa May, innanríkisráðharra.
Fundurin var ein beinleiðis avleiðing av einum brævi, sum foreldrini hjá Madeleine, Kate og Gerry McCann, høvdu sent David Cameron. Í brævinum heittu tey á hann um at bera so í bandi, at løgreglan tók leitingina eftir Madeleine uppaftur.
Madeleine McCann hvarv í Portugal tann 3. mai í 2007, og sambært blaðnum The Telegraph er løgreglan í Portugal sinnað at samstarva við Scotland Yard, nú málið verður tikið uppaftur.
Madeleine fylti átta ár í gjár.