Løgreglan í spanska býnum Valencia fór harðliga fram ímóti studentum, sum gingu mótmælisgongu seinnapartin í gjár fyri at mótmæla almennum sparingum. Myndir og videoupptøkur vísa ungfólk við blóðinum rennandi oman eftir andlitinum og løgreglumenn, sum í trygdarbúna og við hjálmi á høvdinum buka og draga ungfólk eftir vegnum.
Blaðið El Pais skrivar, at løgreglan skjeyt við gummikúlum eftir mótmælisfólkinum, og aðrir fjølmiðlar skriva, at fleiri fólk vórðu særd. Løgreglustjórin heldur tó ikki, at løgreglan fór ov harðliga fram.
-Nøkur mótmælisfólk vóru í so ágangandi, og tey blivu tikin, sigur talsmaðurin hjá løgregluni. Hann dugir ikki at siga, hvussu mong vórðu tikin, men summir fjølmiðlar siga, at løgreglan tók umleið 20 fólk við sær.