Funnu pakkar við spreingievnum

Serfrøðingar hjá amerikonsku løgregluni kannaðu í dag trý flogfør hjá flutningsfelagnum UPS, eftir at ein prentarapatrón við leidningum og hvítum pulvuri varð funnin í einum UPS-flogfari, tá tað millumlendi í London á veg úr Jemen til Chicago. Bretska løgreglan fann tó einki spreingievni í prentarapatrónini.

Kortini gjørdi amerikanska løgreglan av at kanna tvey UPS-flogfør, sum stóðu á flogvøllinum í Newark umframt eitt flogfar, sum stóð á flogvøllinum í Philadelphia. Samstundis kannaði løgreglan ein UPS-vøruvogn í New York.

Barack Obama, forseti, segði við CNN í kvøld, at løgreglan hevur funnið tveir pakkar við spreingievnum, sum onkur hevði sent jødiskum felagsskapum í Chicago. Hann segði, at talan var um eina yvirgangsroynd, og at al-Qaeda stóð aftanfyri.