Grønlendska kvinnan komin afturíaftur

- Tað var ein borgari, sum setti seg í samband við okkum og segði, at Karen Karla Brønlund var sædd í gongugøtuni í Hjørring, sigur løgreglan í Norðurjútlandi.

Løgreglan í Norðurjútlandi eftirlýsti fyrr í dag eina 20 ára gamla kvinnu úr Brønderslev, Karen Karla Brønlund, sum fór heimanífrá mánadagin.

 

Eftir at løgreglan hevði leitað eftir kvinnuni ymsastaðni og bæði í Brønderslev, Hjørring og Aalborg, har hon eisini plagdi at vera, varð hon eftirlýst.

 

Seinni er kvinnan so komin afturíaftur í øllum góðum.

 

- Tað var ein borgari, sum setti seg í samband við okkum, ið segði, at Karen Karla Brønlund var sædd í gongugøtuni í Hjørring.

 

Løgreglan sigur, at tey sendu beinanvegin løgreglu at leita eftir kvinnuni, og hon varð tíbetur funnin aftur í øllum góðum. 

 

- Vit takka fyri hjálpina, og vit takka øllum, sum leitaðu eftir Karen Karla Brønlund, sigur løgreglan í Norðurjútlandi.