Russiska løgreglan hevur nú almannakunngjørt eina mynd av tí 32 ára gamla Vitaly Razdobudko, tí sambært myndugleikunum var tað hann, sum sprongdi eina bumbu í komuhøllini á Domededodvo-flogvøllinum seinnapartin mánadagin. Samstundis sóknast løgreglan eftir níggju øðrum persónum, sum kunnu hava havt samband við atsóknina, skrivar AP úr Moskva.
Løgreglan í Moskva sigur, at Vitaly Razdobudko gekk aftur og fram í komuhøllini í minst 15 minuttir, áðrenn hann sprongdi bumbuna, sum drap 35 fólk og særdi 180.
Beint áðrenn hann sprongdi bumbuna, fór maðurin inn ímillum fólk, sum stóðu og bíðaðu eftir fólki, sum vóru komin við einum flogfari. Alt í einum rópti hann ?Eg drepi tykkum øll?, og so brast bumban, sigur russiska løgreglan.










