Løgreglan í Portugal gjørdi eitt rættiligt kvetti, tá hon fór umborð á eitt fiskiskip at kanna, hvat var umborð. Í lastini funnu løgreglumenninir 1,7 tons av rúsevninum kokain, og teir átta menninir, sum mannaðu skipið, eru nú tiknir og settir í varðhald. Løgreglan sigur, at menninir eru úr Indonesia, og at teir eru limir í einum brotsmannaliði, sum smuglar rúsevni millum Amerika, Afrika og Evropa.
Skipið, sum menninir høvdu, er skrásett í Namibia, men portugisiska løgreglan heldur, at rúsevnið er úr Suðuramerika, og at tað skuldi sendast út á marknaðin í Evropa. Tað er ikki heilt greitt, hvussu nógv rúsevnið er vert, men løgreglan í Portugal heldur, at virðið liggur um 115 milliónir dollarar.