Franska løgreglan leitar eftir einum manni, sum hevur stolið fimm sera virðismiklar málningar í listasavninum Musée d´Art Moderne de la Ville de Paris. Talan er um málningar hjá so kendum listarmonnum sum Picasso og Matisse, og franska løgreglan sigur, at teir fimm málningarnir eru umleið 500 milliónir evrur ella 3,7 milliardir krónur verdir.
Tað var klokkan beint fyri seks í morgun, at starvsfólk á savninum varnaðust stuldurin. Løgreglan avbyrgdi alt fyri eitt savnið, sum eisini hevur verið stongt í dag.
Franska blaðið Le Monde skrivar, at tjóvurin var einsamallur, og at hann kom inn ígjøgnum eitt vindeyga, har hann klipti jarnstengurnar tvørturav. Franska løgreglan hevur eisini váttað, at tjóvurin var einsamallur, og at hann var í gekkaskorti.










