Yvirgangsætlan í Týsklandi avdúkað

Í Týsklandi hevur løgreglan tikið tríggjar menn, sum verða hildnir at vera limir í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda. Innanríkisráðharrin, Hans-Peter Friedrich, sigur við fjølmiðlarnar, at løgreglan hevur fyribyrgt einum átaki í Týsklandi, men meiri vil hann ikki siga.

Ákæruvaldið hevur illgruna um, at teir tríggir menninir ætlaðu at gera eina roynd við spreingievnum í dag. Teir gjørdu tó av at útseta royndina, men løgreglan valdi kortini at taka teir nú, skrivar tíðindastovan DPA.

Sambært innanríkisráðharranum hevur løgreglan hildið eygað við teimum trimum monnunum í sjey mánaðir, og hetta eftirlitið hevur víst, at Týskland er álopsmál hjá yvirgangsmonnum, sigur hann.

Sjónvarpið ZDF sigur, at allir tríggir menninir eru týskir ríkisborgarar, men hava útlendskan uppruna.