nógv fólk í býnum í nátt, men sum heild hevur tað verið friðarligt. Tað sigur løgreglan í morgun. Løgreglan hevur gjørt nógv burtur úr at ferðast í býnum og í tveimum førum hava tey lagt upp í og skilt [...] skilt fólk sundur, sum vóru komin til ilnar. Men í einum føri fóru fólk til hendurs og í hesum sambandi er ein maður skuldsettur fyri harðskap fyri at hava sligið ein annan, sum tó ikki fekk nevnivert at skaða [...] stuldur, tí hann tók eina fløsku úr barrini á einum skeinkistaðið, men varð uppdagaður og tikin og í nøkrum førum hevur løgregla hjálpt fólki, sum hava ligið avdottin úti, á føtur aftur. Hetta vikuskiftið
fordømdi í dag hópdrápið í sýrisku bygdini Tremseh í gjár, har millum 100 og 200 fólk lógu eftirá. Sýriskir mannarættindafelagsskapir siga, at tað var stjórnarherurin, sum leyp á, men stjórnin í Moskva sigur [...] sum hendi í gjár. -Í okkara hugaheimi er eingin ivi um, at hendan illgerðin er ein fyrimunur fyri tær kreftir, sum ikki vilja hava frið, men sum ístaðin fyri royna at elva til etniskan harðskap og borgarakríggj [...] kreftir, sum royna at eggja til etniskan ófrið og borgarakríggj í Sýrialandi. Russiska uttanríkisráðið sigur, at millum 50 og 100 fólk lótu lív í Tremseh, og at Russland fordømir ta blóðugu illgerðina hvassliga
Svenski forsætisráðharrin, Fredrik Reinfeldt, fordømdi í dag yvirgangsatsóknina í Stockholm seinnapartin í gjár. Hann segði, at atsóknin var eitt álop á tað opna samfelagið, men hann bað sviar sissa seg [...] gangandi í býnum við spreingiløðingum uppi á sær. Tað kann als ikki góðtakast í einum opnum samfelag sum okkara, har fólk av ymiskum uppruna og við ymiskari trúgv búgva undir liðini á hvør øðrum. Í einum [...] uttan at brúka harðskap, segði Fredrik Reinfeldt við svenskar og útlendskar fjølmiðlar í dag. Hann eggjaði sínum landsmonnum til at vísa tolsemi og ávaraði teir ímóti at leypa framav. Síðani í morgun hava
politistøðini í Havn. Útvarpið visti at siga, at ein maður verður skuldsettur fyri harðskap móti tænastumanni, tí hann sló ein løgreglumann, sum vildi taka hann við á støðina. Tá hann var fingin inn í løgreglubilin [...] løgreglubilin, breyt hann eisini ein rút í bilinum. Trý fólk hava gist á Politistøðini í nátt. Tvey fólk eru komin til skaða av fýrverki, ið er farið á skeiva kós. Í øðrum førinum er ein persónur innlagdur við [...] við rættiliga álvarsligum skaða, men viðkomandi er ikki í lívsvanda. Í Klaksvík festi ein neyðarrakett eld í trolið umborð á Sundaberg. Eldurin varð sløktur beinanvegin, og skaðin var ikki stórur.
Í gjár varð ein 25 ára gamal maður dømdur í Føroya Rætti fyri at hava neyðtikið tvær gentur. Føroya Rættur dømdi mannin at sita í fongsli í eitt ár og átta mánaðir. Løgreglan upplýsir í morgun, at maðurin [...] maðurin var ákærdur fyri at hava neyðtikið genturnar við at brúka harðskap ímóti teimum. Neyðtøkurnar vóru framdar í 2018 og 2019. Í báðum førum vóru neyðtøkurnar meldaðar til politiið, tá ið ein tíð var [...] eftir áður reglunum, sum vóru galdandi tá og ikki eftir nýggju reglunum um samtykki, sum kom í gildi 1. juni í ár, - og sum eisini hevur harðari revsing við sær. Maðurin góðtók ikki dómin og skeyt hann inn
Jólaborðhaldini eru í hæddini og veðrið var so nøkunlunda til vildar. Tað er uppskriftin upp á eina lívliga nátt í býnum í Havn. Og løgreglan sigur, at tað var eisini sum á ólavsøku í Havn í nátt. Tað var fult [...] men tað varð skjótt at fólk sissaðust aftur. Men seinni í dag verður støða tikin til um tvey mál um harðskap verða reist. Tað var í tveimum førum, tá ið fólk fóru til hendurs, uttan at tað tó var naka nevnivert [...] fult av fólki í býnum, men tað var kortini rættiliga friðarligt. Løgreglan gjørdi nógv av at vera ímillum fólk og tað hevur eina sissandi ávirkan á fólk, Onkuntíð tóku ósemjur seg upp ímillum fólk, men
Ein maður varð í Føroya rætti í dag varðhaldsfongslaður í tvær vikur, skuldsettur fyri harðskap móti sambúgvanum og at hava hótt ein løgreglumann við øks, luftbyrsu og knívi. Tað var leygarmorgunin, at [...] á Landssjúkrahúsið, men leygardagin varð hann kortini varðhaldsfongslaður í fráveru. Tískil mátti hann møta í rættinum aftur í dag, har dómarin staðfesti varðhaldsfongslingina av manninum. Grundgevingin [...] hann kundi gera líknandi brotsverk, um hann slapp leysur, og at hann kundi hugsast at ávirka vitni í málinum.
at nakar av monnunum endaði á skaðastovuni. - Í hesum seinna førinum verða báðir skuldsettir fyri harðskap, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun. Myndin, sum vit prenta saman við hesum [...] Løgreglan í Havn noyddist tvær ferðir síðstu nátt út, tí ungir menn vóru farnir til hendurs í havnargøtum. - Fyrst fingu vit at vita, at fleiri vóru í einum slagsmáli við Pizzakjallaran, men tá vit komu [...] tá vóru tað tveir, sum aftur vóru farnir til hendurs. - Hetta vóru tveir, sum eisini høvdu verið við í fyrra slagsmálinum. Nú hendi tað, at annar slerdi, og síðan slerdi hin. Løgreglan sigur, at harðskapsmál
at fyllskapi. Í hesum sambandi steðgaði løgreglan einum bili í Hvalvík í nátt og úrslitið av tí er, at bilførarin varð skuldsettur fyri at koyra við kenning Annars hevur løgreglan eisini í fleiri førum [...] ikki klárað seg sjálvi. Aftur í nátt hevur løgreglan kannað, um skeinkistøð halda seg til lógir og reglar, men har var onki at finnast at, verður sagt av politistøðini í Havn. Leygarnáttina fóru tveir [...] tveir mans til hendurs og tað kann enda við eini sak um harðskap, hóast ongin fekk nakað serligt mein. Men løgreglan sigur, at báðir menninir vóru so fullir, at teir vita neyvan, hví teir komu til ilnar.
m hjá ST-mannarættindanevndini, sum er í Geneve í hesum døgum. Har hevur sveitsiski uttanríkisráðharrin, Michaline Calmy-Rey, tikið stig til at sameina kvinnur í leiðandi politiskum størvum til at virka [...] Hon vísir á, at í teimum ríku londunum doyggja fleiri kvinnur av harðskapi enn av krabbameini og í ferðsluvanlukkum. Tær 24 kvinnurnar, sum hava skipað bólkin ímóti harðskapi, eru ráðharar í fleiri londum [...] virka ímóti harðskapinum ímóti kvinnum. -Vit kunnu ikki góðtaka harðskap ímóti kvinnum, og her tosa vit bæði um neyðtøku, umskering, fátækradømi, sálarligan ágang, handil við kvinnum og skøkjulevna, sigur