Russland fordømir hópdráp

Russland fordømdi í dag hópdrápið í sýrisku bygdini Tremseh í gjár, har millum 100 og 200 fólk lógu eftirá. Sýriskir mannarættindafelagsskapir siga, at tað var stjórnarherurin, sum leyp á, men stjórnin í Moskva sigur, at tað vóru kreftir, sum royna at eggja til etniskan ófrið og borgarakríggj í Sýrialandi.

Russiska uttanríkisráðið sigur, at millum 50 og 100 fólk lótu lív í Tremseh, og at Russland fordømir ta blóðugu illgerðina hvassliga. Uttanríkisráðið sigur, at Russland hevur enn eina ferð mælt teimum stríðandi pørtunum til at steðga harðskapinum, og at tað verður kannað, hvør hevur ábyrgdina av tí, sum hendi í gjár.

-Í okkara hugaheimi er eingin ivi um, at hendan illgerðin er ein fyrimunur fyri tær kreftir, sum ikki vilja hava frið, men sum ístaðin fyri royna at elva til etniskan harðskap og borgarakríggj, skrivar uttanríkisráðið í Moskva.