Kvinnur taka seg saman ímóti harðskapi

Í teimum ríku londunum er harðskapur er tann mest vanliga deyðsorsøkin hjá kvinnum ímillum 16 og 44 ár. Nú gava 24 kvinnur, sum eru ráðharrar í heimlondunum, tikið seg saman at forða harðskapinum

Herfyri fór Amnesty International undir eitt átak, sum skal forða harðskapi ímóti kvinnum, og hesin sami trupulleikin er eisini eitt av høvuðsevnunum á ársfundinum hjá ST-mannarættindanevndini, sum er í Geneve í hesum døgum.

Har hevur sveitsiski uttanríkisráðharrin, Michaline Calmy-Rey, tikið stig til at sameina kvinnur í leiðandi politiskum størvum til at virka ímóti harðskapinum ímóti kvinnum.

-Vit kunnu ikki góðtaka harðskap ímóti kvinnum, og her tosa vit bæði um neyðtøku, umskering, fátækradømi, sálarligan ágang, handil við kvinnum og skøkjulevna, sigur Michaline Calmy-Rey við fronsku tíðindastovuna AFP. Hon vísir á, at í teimum ríku londunum doyggja fleiri kvinnur av harðskapi enn av krabbameini og í ferðsluvanlukkum.

Tær 24 kvinnurnar, sum hava skipað bólkin ímóti harðskapi, eru ráðharar í fleiri londum, eitt nú Avstralia, Svøríki, Kolumbia, Fraklandi, Eysturríki, Japan, Filipsoyggjunum, Rwanda, Suðurafrika, Jemen og Jordan.