Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt, men sum heild hevur tað verið friðarligt. Tað sigur løgreglan í morgun.
Løgreglan hevur gjørt nógv burtur úr at ferðast í býnum og í tveimum førum hava tey lagt upp í og skilt fólk sundur, sum vóru komin til ilnar. Men í einum føri fóru fólk til hendurs og í hesum sambandi er ein maður skuldsettur fyri harðskap fyri at hava sligið ein annan, sum tó ikki fekk nevnivert at skaða.
Ein maður er skuldsettur fyri stuldur, tí hann tók eina fløsku úr barrini á einum skeinkistaðið, men varð uppdagaður og tikin og í nøkrum førum hevur løgregla hjálpt fólki, sum hava ligið avdottin úti, á føtur aftur. Hetta vikuskiftið er eisini ein maður tikin fyri at bróta politiviðtøkurnar, tí hann tveitti eina fartelefon eftir einum politibili.