Rune Tonsgaard Sørensen er hálvur føroyingur og partur av Den Danske Strygertrio

Hálvur føroyingur fekk Sonnings Virðislønina í gjár

Tað var Fríðrikur kongur, sum handaði Sonningsvirðislønina á hátíðarhaldi í gjár, tá hálvi føroyingurin Rune Tonsgaard Sørensen var ein teirra, ið fekk heiðurin

Rune Tonsgaard Sørensen er hálvur føroyingur og partur av Den Danske Strygertrio

Tað var Den Danske Strygekvartet, sum í gjár fekk Sonnings Musikpris 2025, sum kongur handaði kvartettini. Ein teirra, ið spælir við kvartettinin, er hálvi føroyingurin Rune Tonsgaard Søresen, sum er sonur Bjarna Sørensen, hjá Poul Sørensen, í Havn.

 

Fastirin Solveig Sørensen sigur, at Rune, sum nú er 43 ára gamal, hevur spælt síðani hann var trý ára gamal og er sera góður violinspælari. Teir eru professiónellir tónleikarar og spæla konsertir kring allan heimin. Serliga væl dámar teimum at spæla í USA.

 

Den Danske Strygekvartet fekk »Léonie Sonnings Musikpris 2025«, sum virðislønin kallast, á stórari konsert í Konservatoriets Koncertsal í gjár, har kvartettin spældi saman við millum annað DR Symfoniorkester og DR Pigekoret við tónleiki hjá m. a. Vivaldi, Haydn, Beethoven og John Adams.

 

##med2##

 

DR Koncerthuset skrivar millum annað, at Den Danske Strygekvartet er altjóða kend fyri sín originalitet, musikalitet og fjølbroytni. Síðani byrjan í 2004 hava teir fýra streingjatónleikararnir vunnið óteljandi altjóða heiðurslønir og kappingar, og á hvørjum ári spæla teir yvir 100 konsertir um árið í nøkrum av heimsins fremstu konserthølum.

 

Nakrir føroyingar hava fingið Sonnings talentpris t.d Kristina Thede Johansen, Jákup Lützen, Heiðrun Petersen (við kvartett) ogSunleif Rasmussen. Talentprismodtagere: Talentprismodtagere - Léonie Sonnings Musikpris

 

Sunleif Rasmussen - Léonie Sonnings Musikpris

 

 

 

Rune Tonsgaard Sørensen er hálvur føroyingur og partur av Den Danske Strygertrio

Fríðrikur kongur handaði Sonningsvirðislønirnar í gjárkvøldið. Her kemur hann til Konservatoriets Koncertsal