Slagsmál endaði sum harðskapsmál

Løgreglan í Havn noyddist tvær ferðir síðstu nátt út, tí ungir menn vóru farnir til hendurs í havnargøtum.

- Fyrst fingu vit at vita, at fleiri vóru í einum slagsmáli við Pizzakjallaran, men tá vit komu á staðið, lagaði hetta seg.

Løgreglan sigur, at seinni var aftur slagsmál á sama staði, og tá vóru tað tveir, sum aftur vóru farnir til hendurs.

- Hetta vóru tveir, sum eisini høvdu verið við í fyrra slagsmálinum. Nú hendi tað, at annar slerdi, og síðan slerdi hin.

Løgreglan sigur, at harðskapsmál spurdist burtur úr hesum seinna slagsmálinum, sum kortini ikki var so álvarsligt, at nakar av monnunum endaði á skaðastovuni.

- Í hesum seinna førinum verða báðir skuldsettir fyri harðskap, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Myndin, sum vit prenta saman við hesum greinastubba, er tilvildarlig - og útlendsk.