Tað hevur verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni hetta vikuskifti.
Tað mesta, løgreglan hevur havt at gera, hevur verið tengt at fyllskapi.
Í hesum sambandi steðgaði løgreglan einum bili í Hvalvík í nátt og úrslitið av tí er, at bilførarin varð skuldsettur fyri at koyra við kenning
Annars hevur løgreglan eisini í fleiri førum hjálpt fólki til húsar, tí tey hava verið so illa skikkað, at tey hava ikki klárað seg sjálvi.
Aftur í nátt hevur løgreglan kannað, um skeinkistøð halda seg til lógir og reglar, men har var onki at finnast at, verður sagt av politistøðini í Havn.
Leygarnáttina fóru tveir mans til hendurs og tað kann enda við eini sak um harðskap, hóast ongin fekk nakað serligt mein.
Men løgreglan sigur, at báðir menninir vóru so fullir, at teir vita neyvan, hví teir komu til ilnar.