Hótti løgreglumann við øks og byrsu

Ein maður varð í Føroya rætti í dag varðhaldsfongslaður í tvær vikur, skuldsettur fyri harðskap móti sambúgvanum og at hava hótt ein løgreglumann við øks, luftbyrsu og knívi.

 

Tað var leygarmorgunin, at løgreglan handtók mannin á bústaðinum, av tí at illgruni var um, at hann hevði verið harðligur móti sambúgva sínum. Ikki er heilt greitt, hvussu leikur er farin fram, men maðurin er nú skuldsettur fyri at hava hótt eina løgreglumannin við øks, luftbyrsu og knívi.

 

Av tí at maðurin var rættiliga illa fyri, varð hann innlagdur á Landssjúkrahúsið, men leygardagin varð hann kortini varðhaldsfongslaður í fráveru. Tískil mátti hann møta í rættinum aftur í dag, har dómarin staðfesti varðhaldsfongslingina av manninum.

 

Grundgevingin hjá dómarunum at varðhaldsfongsla mannin var vandin fyri at hann kundi gera líknandi brotsverk, um hann  slapp leysur, og at hann kundi hugsast at ávirka vitni í málinum.