Tvey fólk skaða av fýrverki

Rokaligt hevur verið í Havn og aðrastaðni kring landið nýggjársnátt. Nógv fólk hevur verið úti, og løgreglan hevur havt nógv at gera

Fleiri bardagar hava verið, og fleiri fólk hava fingið skaða, men eingin álvarsliga, verður sagt av politistøðini í Havn.

Útvarpið visti at siga, at ein maður verður skuldsettur fyri harðskap móti tænastumanni, tí hann sló ein løgreglumann, sum vildi taka hann við á støðina. Tá hann var fingin inn í løgreglubilin, breyt hann eisini ein rút í bilinum. Trý fólk hava gist á Politistøðini í nátt.

Tvey fólk eru komin til skaða av fýrverki, ið er farið á skeiva kós. Í øðrum førinum er ein persónur innlagdur við rættiliga álvarsligum skaða, men viðkomandi er ikki í lívsvanda. Í Klaksvík festi ein neyðarrakett eld í trolið umborð á Sundaberg. Eldurin varð sløktur beinanvegin, og skaðin var ikki stórur.