Fult at fólki – men friðarligt

Seinni í dag verður kortini støða tikin til um eitt, ella tvey, mál um harðskap verða reist

Jólaborðhaldini eru í hæddini og veðrið var so nøkunlunda til vildar. Tað er uppskriftin upp á eina lívliga nátt í býnum í Havn. Og løgreglan sigur, at tað var eisini sum á ólavsøku í Havn í nátt. Tað var fult av fólki í býnum, men tað var kortini rættiliga friðarligt.

 

Løgreglan gjørdi nógv av at vera ímillum fólk og tað hevur eina sissandi ávirkan á fólk, Onkuntíð tóku ósemjur seg upp ímillum fólk, men tað varð skjótt at fólk sissaðust aftur. Men seinni í dag verður støða tikin til um tvey mál um harðskap verða reist. Tað var í tveimum førum, tá ið fólk fóru til hendurs, uttan at tað tó var naka nevnivert av skaða. Men løgreglan sigur, at tá ið fólk eru edrú aftur, verða tey avhoyrd, og so verður støða tikin til málið.