framvegis er góði dansurin eftir. Har fara tveir av bestu tónleikaraunum í landinum at spæla. Teir hava spælt fótbólt í øllum regninum í dag, og nú fara teir at spæla til dans. Tað verður úti á gamla flakavirkinum [...] tónleiki. Og boðini frá fyrireikarunum eru, at fólk skulu ikki halda seg aftur, tí stevnuhýrið er gott í Nólsoy í kvøld, hóast vána veðrið.
fyri tí støðu, tey hava tikið í stýrinum fyri ALS, og tí semju, tey hava gjørt við hinar partarnar á arbeiðsmarknaðinum. - Um fáar dagar skal atkvøðast í Løgtinginum, so gott hevði verið at fingið svar tykkara [...] ot um at minka útgjaldið til arbeiðsleys og at innføra 10 karensdagar . Í tinginum er upplýst, at uppskotið er gjørt við støði í uppskoti frá stýrinum fyri ALS. Hetta hevur fingið Jenis av Rana, formann [...] tykkara skjótast til ber, sigur Jenis av Rana í spurningi sínum til fakfeløgini.
avstaðaftur seint í dag ella í morginárini. Tað hevur víst seg, at makrelurin gerst rættiliga feitur tað stutta tíðarskeiðið, hann er í Føroyskum sjógvi. So her má hann fáa okkurt gott til matna og í ríkiligt mát [...] Norðborg kom á Fuglafjørð leygardagin í gjár klokkan 13, har hon legði upp 110 tons av mjøli og 150 tons av lýsi. Síðani gekk leiðin til Klaksvíkar, har hon legði 1.150 tons av skráskornum makreli upp
verður løgd upp í Ánunum í vikuskiftinum. - Norðborg hevur sett kós móti landi. Ttað er av fagrasta veðri eystanfyri, varð sagt, tá heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen tosaði við skiparan í kvøld. Teir arbeiða [...] arbeiða nú tað seinasta undan, áðrenn skipið í morgin kemur á Fuglafjørð at bunkra. Leygarkvøldið er ætlanin at byrja at landa í Ánunum. - Makrelkvotan er so gott sum uppfiskað, og tí verður farið á sildaveiði
Hermenn hjá myndugleikunum í somaliska landspartinum Puntland gjørdu í dag eina roynd at fría sjey danir frá sjórænarum, men royndin miseydnaðist. Keldur hjá danska kringvarpinum vátta, at hermenn hjá [...] vóru í bardaga við sjórænarar, og at fleiri lógu eftirá. Teir sjey donsku gíslarnir vóru kortini ikki har, sum bardagarnir vóru, og keldurnar hjá DR siga, at gíslarnir hava tað eftir umstøðunum gott. Keldur [...] Keldur í Puntland siga, at teir donsku myndugleikarnir vórðu ikki kunnaðir um álopið á sjórænararnar, og uttanríkisráðið í Keypmannahavn vil heldur ikki gera nakra viðmerking til tíðindini.
Uni Holm Johannesen, tí hann er farin í starv sum ráðgevi í Vinnuhúsinum, og Barbara Holm, tí hon fer at royna aðrar leiðir. Tey hava bæði áður starvast hjá okkum í Miðlahúsinum. – Men tað er eingin dramatikkur [...] dramatikkur um uppsøgnina, sigur Barbara Holm: – Kringvarpið er eitt gott arbeiðspláss og ein ófatiliga umráðandi stovnur í okkara fólkaræði. Tíðin er bara tann rætta hjá mær persónliga at royna okkurt [...] okkurt annað. Tó fari eg helst framhaldandi at arbeiða við journalistikki so ella so, sigur hon í stuttari viðmerking.
hálvleikssteðgin, men í grundini kundu Føroyar tað sama verið á odda tá. Fleiri ferðir spældu Føroyar seg í góðar støður í mótálopum og áttu í grundini at havt skora meira enn eina ferð. Í seinna hálvleiki [...] øktu til 2-0, hóttu føroyingar ikki so nógv, sum teir høvdu gjørt. Avrikið hjá føroyska liðnum var gott, men Føroyar áttu at havt fingið meira burtur úr teimum gyltu kjansunum, sum liðið spældi seg til
Tað er gott fótbóltslag á Toftum. B68 hevur í dag vunnið 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at tað eydnaðist B68 at fáa fulla úrtøku á heimavølli. Einsamalla málið skoraði Jann [...] Andreasen var togaður niður í brotsteiginum. Í 2. hálvleiki royndi Víkingur at leggja trýst á, men tað eydnaðist ongantíð at fáa bóltin framvið Peturi Meinhard Magnussen, sum í dag vardi B68 málið.
um 4-tíðina í gjár, sakk skjótt aftaná at ein botventilur fór at leka. Tveir av manningini vóðu fluttir við tyrlu á sjúkrahús í Ny Aalesund, tí teir vór so illa fyri, men teir hava tað gott nú, skrivar [...] av skipinum, er sjólátin - helst av nógva kuldanum í sjónum. Hinir 16 av manningini, sum eru umborð á einum russiskum trolara, koma inn í Hammerfest í kvøld. Tað vóru fleiri russiskir trolarar á leiðini
Eitt norskt skip varð í nátt álopið úti fyri strondini í Nigeria Sjórænararnir skutu eftir skipinum Viking Forcados stutt eftir klokkan trý í nátt, og tað eydnaðist teimum eisini at taka seg umborð á skipið [...] at sjórænararnir vóru farnir av skipinum. Sagt varð, at skipið var á veg út í tryggari sjógv, og at øll manningin hevði tað gott. 52 fólk eru við Viking Forcados, harav nakrir norðmenn. Tað er ikki vanligt [...] vanligt, at sjórænarar søkja at skipum við vesturafrikonsku strondina. Tey flestu álopini hava verið í somaliskum sjógvi.