Norðborg kom á Fuglafjørð leygardagin í gjár klokkan 13, har hon legði upp 110 tons av mjøli og 150 tons av lýsi.
Síðani gekk leiðin til Klaksvíkar, har hon legði 1.150 tons av skráskornum makreli upp.
Av kvotuni, sum teir hava fingið tillutað, eiga teir eftir til ein túr afturat og fara avstaðaftur seint í dag ella í morginárini.
Tað hevur víst seg, at makrelurin gerst rættiliga feitur tað stutta tíðarskeiðið, hann er í Føroyskum sjógvi. So her má hann fáa okkurt gott til matna og í ríkiligt mát.